Vørur

Leskiligur og føðslugóður er laksur ein týðandi partur av heilsugóðum mati.

Laksur er eisini føðsluríkur og framúr góð protein-, vitamin- og mineralkelda. Serliga áhugaverdar eru omega-3 feittsýrurnar, ið stimbra heilan, smyrja liðirnar og minka vandan fyri hjartasjúkum.

Bakkafrost laksur er eitt framúr dømi um heilsugóðan mat. Vit varðveita tess heilsugóðu fyrimunir og góða smakk við at røkja laksin, sum best til ber, sum villan laks. Havið sílar kalt og reint millum oyggjarnar. Júst tað rætta umhvørvið til at ala lýtaleyst reinan laks. Hann fær eisini heilsugott fóður, ið vit vandaliga taka úr sjónum kring Føroyar.

Tað er ikki eitt undur, at hesir tættir geva okkum eitt blandað úrval av leskiligum og heilsugóðum Bakkafrost vørum.

Frá heilum, feskum laksi, ið bara bíðar eftir at verða umskapaður til meistaraverk av fremstu gourmet-kokkum kring heimin, til frystar búffar klárir at borðreiða á døgurðaborðinum, so hevur Bakkafrost júst tað tær ynskir og tørvar.

Við tí nýmótans og sera góðu framleiðsluútgerð, ið er í Føroyum, leggur Bakkafrost størsta dentin á at nøkta tørvin hjá brúkarunum á marknaðum kring allan heim. Tí hevur Bakkafrost gjørt eina fjølbroytta vøruskrá við tí í hyggju at gera Bakkafrost til ein one-stop handil við fyrsta floks laksavørum.

Feskur heilur laksur
Les meira
Feskt laksaflak
Les meira
Feskar skin-pakkaðar laksaporsjónir
Les meira
Frystar laksaporsjónir í smásølueskjum
Les meira
Frystar laksaporsjónir í smásøluposum
Les meira
Frystar ketupakkaðar laksaporsjónir
Les meira
Frystar laksaporsjónir í stórsølueskjum
Les meira
Frystur royktur laksur
Les meira
Frystir laksa bitar
Les meira
Frystir laksa avskurðir
Les meira
Laksa búk strimlar
Les meira
Fryst laksa høvd
Les meira
Frystir laksaryggir
Les meira
Laksa skræða
Les meira