Hvussu tú matger við Bakkafrost laksi

Av tí at laksurin er lættur at matgera, velja gourmetkokkar kring allan heimin laksin. Tá tú velur laks, er tað ikki neyðugt, at tú ert útlærdur kokkur til ferð eftir ferð at gera eitt meistaraverk. Flak, nakkastykki, búkur og sporl eru bara nakrir fáir fráskurðir av einum heilum laksi og hesir partar blíva lætt og skjótt til heilsugóðar verðar til alla familjuna. Eisini vitjandi av øllum slagi fegnast um lættleikan og smakkin av tí heilsugóðu máltíðini, tú borðreiðir við. Stutt tíð á grillini, í ovninum ella í grýtuni gevur tær meira tíð til at vera saman við vinum og familju. Her eru nøkur dømi:

Laksabitar í ovni

Ein leskilig, løtt uppskrift, ið fer at gleða familju og vinir, tá ið tað verður borðreitt. Tann leskiligi rætturin er bert møguligur við laksi frá Bakkafrost. Tað er bert tørvur á nøkrum fáum tilfari, so hevur tú rættin.

Les meira
Spaghetti við laksi í ostasós

Hvør elskar ikki spaghetti? Tað er ofta at ein, børn sum vaksin, hevur brúk fyri einum skjótum og løttum døgurða, ið er føðsluríkur og kann gerast upp á fáar minuttir, áðrenn ein skal til t.d. ítrótt ella annað.

Les meira
Laksur við blámuosti

Laksur er kendur fyri sín mjúka og leskiliga smakk. Osturin saman við einari royktari laksaskivu, gevur laksinum afturat tí mjúka smakkinum ein saftigan konsitstens.

Les meira
Laksasalat í skundi

Tá ein hevur skund, er tað gott við einum løttum og skjótum døgurða. Koyr alt í eina grýtu, tá ið tað so er lidugt, kann ein fara í holt við gerandis gerðir.

Les meira
Hvítleyksmarineraður laksur

Royn hendan vælsmakkandi rættin, har smakkurin av hvítleyki kemur til sín rætt.

Les meira
Laksur í karry

Ert tú eitt sindur meir til mat við smakki í? So er hesin rætturin eina roynd verdur. Laksur saman við karry og øðrum, gevur eitt áhugavert úrslit.

Les meira
Pitabreyð við laksi

Pitabreyð, ein rættur, ið flestu fólk kenna. Her er ein útgáva, hvat ein kann koyra í pitabreyði. Tað riggar eisini væl at steikja laksin á pannuni, hakka hann sundur og brúka hann sum fyllu saman við øðrum tilfari.

Les meira
Laksur við soppum í fati

Laksur og soppar er ein spennandi samanseting. Royn hendan rættin fyri at verða sannførdur.

Les meira
Laksur við eplum í ovni

Laksur við eplum bakaði í ovni. Lættur rættur við alsins tilhoyri til.

Les meira