Samtaksleiðsla

Regin Jacobsen
Forstjóri (CEO)


Føddur í 1966. Føroyingur. Regin Jacobsen hevur verið stjóri (CEO) á Bakkafrost síðan 1989.

Útbúgving: Prógv í Business Administration og Accounting (HD- R), Aarhus School of Business.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Eigur 4.495.152 partabrøv.

Regin Jacobsen hevur drúgvar royndir frá laksavinnu og fígging. Regin Jacobsen var fíggjarleiðari á P/F Bakkafrost, áðrenn hann bleiv stjóri (CEO) á P/F Bakkafrost.

Lat upp Lat aftur
Gunnar Nielsen
Fíggjarstjóri (CFO)


Føddur í 1977. Føroyingur. Gunnar Nielsen hevur verið fíggjarstjóri á Bakkafrost síðani 2014.

Útbúgving: Prógv í Business Administration og Accounting (HD- R), Aarhus School of Business. MSc í Business Economics & Auditing, Copenhagen Business School.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Eigur 1.613 partabrøv.

Gunnar Nielsen hevur royndir innan fíggjarvinnu. Gunnar Nielsen hevur starvast sum corporate finance ráðgevi og grannskoðari. Áðrenn hann kom til Bakkafrost, hevði Gunnar Nielsen ymisk størv Í TF samtakinum, m.a. sum ráðgevi og stjóri (CEO) í TF Íløgur.

Lat upp Lat aftur
Odd Eliasen
Stjóri á Havsbrún


Føddur í 1965. Føroyingur. Odd Eliasen hevur verið stjóri á Havsbrún síðani 2012.

Útbúgving: Læraraprógv frá Føroya Læraraskúla.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Eigur 173.028 partabrøv.

Odd Eliasen hevur drúgvar royndir frá alivinnuni og hevur verið virkin luttakari í arbeiðinum at endurskipa føroyska alivinnu. Odd Eliasen hevur havt ábyrgdina av alivirkseminum hjá Havsbrún og hevur sitið í fleiri nevndum í vinnuni. Odd Eliasen hevur verið nevndarlimur í Bakkafrost frá 2006 til 2012.

Lat upp Lat aftur