Nevnd

Rúni M. Hansen
Nevndarformaður


Føddur í 1967. Føroyingur. Kom í nevndina í 2009 og hevur verið formaður síðan. Verður mettur sum verandi óheftur. Formaður nevndini í vinnufelagnum Tjaldur.

Útbúgving: MSc. í búskaparfrøði og virkisleiðslu frá Copenhagen Business School. MBA frá Lancaster University Management School.

Nevndarfundir í 2017: Var við á øllum 9 nevndarfundunum í 2017.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Eigur 10.000 partabrøv.

Rúni M. Hansen hevur drúgvar royndir innan altjóða olju- og gassvinnu. Hann hevur verið leiðari fyri Arktisku økið hjá Statoil og partur av samtaksleiðsluni hjá Statoil fyri altjóða leiting og menning. Í fleiri ár var hann stjóri fyri virksemið hjá Statoil í Føroyum og Grønlandi. Hann hevur eisini verið stjóri hjá Statoil fyri Commercial og Negotiations fyri Evropa og Norðurafrika. Í tíð síni hjá Statoil hevur hann havt sæti í Keypmannahavn, London, Oslo og Føroyum.

Frammanundan Statoil var hann í skipa- og matvøruvinnuni.

Rúni M. Hansen var limur í World Economic Forum’s Global Agenda Council fyri Arktis í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2016.

Lat upp Lat aftur
Johannes Jensen
Næstformaður


Føddur í 1962. Føroyingur. Kom í nevndina í 2009 og hevur verið næstformaður síðan. Verður mettur sum verandi óheftur. Stjóri á P/F Gist & Vist.

Útbúgving: MBA, Lancaster University Management School.

Nevndarfundir í 2017: Var við á øllum 9 nevndarfundunum í 2017.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Eigur 0 partabrøv.

Johannes Jensen hevur drúgvar royndir innan sjógæti og marknaðarføring. Johannes Jensen arbeiddi í mong ár hjá Faroe Seafood, har hann var marknaðarstjóri frá 1999 til 2001. Johannes Jensen er í løtuni eisini nevndarformaður í P/F Frost og í P/F Visit Faroe Islands.

Lat upp Lat aftur
Teitur Samuelsen
Nevndarlimur


Føddur í 1972. Føroyingur. Kom í nevndina í 2016. Verður mettur sum verandi óheftur. Stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlum.

Útbúgving: Cand. Merc. aud. frá Copenhagen Business School.

Nevndarfundir í 2017: Var við á øllum 9 nevndarfundunum í 2017.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Eigur 100 partabrøv.

Teitur Samuelsen hevur drúgvar royndir innan roknskap og fígging. Teitur Samuelsen hevur arbeitt hjá KMPG og Dong E/P í Danmark, umframt at hann hevur verið fíggjarleiðari hjá Atlantic Petroelum (2005-2009) og Bakkafrost (2009-2014) . Teitur Samuelsen situr í nevndini í P/F 6. September, Vest Pack og Betri Trygging.

Lat upp Lat aftur
Annika Frederiksberg
Nevndarlimur


Fødd í 1971. Føroyingur. Kom í nevndina í 2008. Verður ikki mett at vera óheft. Søluleiðari á Bakkafrost.

Útbúgving: Prógv frá Føroya Handilsskúla.

Nevndarfundir í 2017: Var við á øllum 9 nevndarfundunum í 2017.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Eigur beinleiðis og óbeinleiðis 15.539 partabrøv.

Annika Frederiksberg hevur drúgvar royndir í laksavinnu og sølu. Annika Frederiksberg hevur verið partur av fyrisitingini og søluliðinum hjá Bakkafrost í meira enn 25 ár.

Lat upp Lat aftur
Øystein Sandvik
Nevndarlimur


Føddur í 1948. Norskur ríkisborgari. Kom í nevndina í 2013. Verður mettur sum verandi óheftur.

Útbúgving: Búskaparfrøðingur innan banka.

Nevndarfundir í 2017: Var við á øllum 9 nevndarfundunum í 2017.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Eigur 0 partabrøv.

Øystein Sandvik hevur drúgvar royndir frá fíggjargeiranum og sjógæti. Øystein Sandvik hevur havt fleiri størv í Nordea Bank Norge innan aling og fiskivinnu. Øystein Sandvik er í løtuni nevndarlimur í Coldwater Prawns of Norway AS.

Lat upp Lat aftur