Stuðulspolitikkur

Virkisleiðsreglan hjá Bakkafrost
Endamálið við stuðulspolitikkinum og arbeiðinum í Stuðulsnevndini hjá Bakkafrost samtakinum er:

  • at tryggja, at stuðul verður veittur sambært yvirskipaðum ætlanum hjá samtakinum,
  • at stuðulin samsvarar við virðini hjá samtakinum, at atlit verða tikin sum tæna samtakinum sum heild, og
  • at yvirskipað og lokal áhugamál verða røkt



Í tráð við Virkisleiðreglarnar hjá Bakkafrost samtakinum, ynskja vit at stuðla feløgum og felagsskapum, sum reka ítróttarligt og mentanarligt virksemi, ið umfatar ein breiðan hóp av fólki. Vit leggja dent á at stuðla feløgum og felagsskapum har samtakið hevur vinnuligt virksemi, samstundis sum vit leggja dent á, at avtalur um stuðul tæna báðum pørtum – viðkomandi felagi ella felagsskapi og Bakkafrost samtakinum.

Allar umsóknir skulu verða skrivligar og í umsóknini skal vísast á, hvat stuðulin skal nýtast til og hvussu stuðulin kann tæna báðum pørtum. Umsóknir verða viðgjørdar av eini Stuðulsnevnd og umsóknir skulu verða Bakkafrost í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fundur verður hildin í Stuðulsnevndini.

Søkjast kann um stuðul við at útfylla skjalið niðast á hesi síðuni.

Stuðulsnevndin hevur 4 fundir um árið til at viðgerða umsóknir. Fundir eru uml.:

  • 15. februar
  • 15. mai
  • 15. august
  • 15. november

Bakkafrost setir av ávísa upphædd til stuðul á hvørjum ári og vit fáa nógvar góðar umsóknir - til ber tíverri ikki at játta stuðul til øll.

Bakkafrost letur ikki fíggjarligan stuðul til:

  • Uttanlandsferðir
  • Fløgu- og bókaútgávur. Tó stuðla vit við at keypa nøkur eintøk av øllum nýggjum føroyskum útgávum

 

Stuðulsumsóknarskjal