Íløguætlan - Brynja okkum til framtíðina

Í 2014 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan har samtakið ger stórar íløgur í øll lið av virðisketuni fyri at brynja okkum til framtíðina og harvið tryggja føroysk arbeiðspláss. Síðani at íløguætlain var kunngjørd er hon fleri ferðir økt.  Eisini eru íløgurnar framskundaðar til góðskingarvirkið.



 Íløgurnar verða gjørdar frá 2014 til 2020. Myndin niðanfyri vísur hvar íløgur vera gjørdar tær næstu árini:

Grafur

7 virkir verða til 1

Bakkafrost hevur kunngjørt eina íløguætlan, sum fevnir um at sjóða saman sjey framleiðslueindir í eina nýggja, framkomna verksmiðju.

Bakkafrost hevur ognað sær feløg og lagt saman við ymisk feløg og fer nú frá gomlu framleiðsluketuni, sum er spjadd út á ymsar bygdir í Føroyum. Ein høvuðspartur í nýggju íløguætlanini er at leggja allar sjey verksmiðjurnar saman í eina verksmiðju av framkonasta slagi og staðseta hana á Glyvrum. Henda samanlegging fer at bøta um virkisførið og lata dyr upp til nýggjar møguleikar sum t.d. at framleiða fesk fløk, áðrenn tey stívna.

Bygningur

Nýggji framkomni brunnbáturin

Sum lið í íløguætlanini hevur Bakkafrost gjørt íløgur í brunnbát (Hans á Bakka) av framkomasta slag, sum hevur eitt flutningsføri, sum er 450 tons av livandi laksi. Hendan íløgan økir smidleikan hjá Bakkafrost og bøtir um og tryggjar lívfrøðiligu støðuna í Føroyum. Brunnbáturin er útgjørdur við fremstu tøkni til tess at tryggja góðskuna á laksi frá Bakkafrost og minka sum mest um strongdina, tá ið fiskur verður fluttur.

Hans á Bakka verður eisini brúktur í viðgerðini fyri laksalús, tí báturin er útgjørdur til at kunna skola laksin í feskum vatni.

Hans a Bakka

Fara at framleiða størri smolt

Bakkafrost fer at ferfalda smoltframleiðsluna á síni størstu klekingarstøð, sum er á Viðareiði.  Eykamátturin verður brúktur til at økja støddina á smoltinum hjá Bakkafrosti. At økja smoltstøddina fer at stytta um framsleiðslutíðina á sjónum. Tað stimbrar vøksturin og minkar vandan fyri, at fiskurin fær lús og sjúku.

Smoltstod