Søgan

Hetta er ein samandráttur av høvuðstættum og varðum felagsins síðan stovnan:



1968 Brøðurnir Hans og Róland Jacobsen stovna fyritøkuna Bakkafrost. Fyrsta góðskingarvirkið verður bygt sama ár. Triði bróðirin, Martin Jakobsen, kemur við í felagið í 1971.

1972 Næsta góðskingarvirkið verður bygt á Glyvrum. Vinnuhugskotið er at fiska sild á føroysku firðunum og at virka og selja kryddað og marinerað sildafløk.

1977 Farið verður undir at pakka flatfisk frá øðrum føroyskum virkjum til bretska marknaðin. Hetta verður gjørt fyri at tryggja fyritøkuna, tí sildarveiðan er í minking.

1979 Bakkafrost fer – sum ein av fyrstu føroysku fyritøkunum – undir alivinnu.

1980ini Farið verður undir at virka fars og surimi úr svartkjafti í Føroyum. Í 1990unum minkaði svartkjaftastovnurin brádliga, og hetta førdi til, at felagið og restin av vinnuni fekk fíggjarligar trupulleikar.

1986 Jón Purkhús og Heini Gregersen stovna Sp/f Faroe Salmon, ið seinni verður P/F Bakkafrost Holding. Teir fara undir at ala laks og smolt.

1992 Regin Jacobsen, Hans Jacobsen og Martin Jakobsen umskipa felagið. Fyritøkan setur um hetta mundið á stovn felagið P/F Alistøðin á Bakka, sum hevur loyvi at ala laks á tveimum firðum, ger umstøður til kryvjing og pakking av laksi á Glyvrum, umframt virkingarumstøður til pelagiskan fisk og framleiðslu av styroporeskjum til fiskaútflutning.

1995 Virkið á Glyvrum verður umbygt til góðskingarvirki til laks. Íløgan er avmarkað og framleiðsluorkan lítil. Felagið fær loyvi at ala smolt/yngul á Glyvrum/á Glyvradali.

1999–2001 Felagið økir dagligu framleiðsluorkuna á góðskingarvirkinum til umleið 22 tons av kruvdum fiski við tveimum ymiskum íløgum til tess at fáa í lag størri vøkstur.

2006 Felagið veksur við samanleggingum og yvirtøkum, og aliframleiðslan økist við 15.000 tonsum í kruvdari vekt til eina samlaða framleiðslu á 18.000 tons í kruvdari vekt av laksi. Samtakið fær atgongd til seks firðir afturat at ala á, umframt tvær smoltstøðir afturat. Samtakið ger stórar íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum, so tað er ført fyri at taka ímóti øktu nøgdini. Dagliga framleiðslan er nú 55 tons í kruvdari vekt um dagin.

2008 Partaeigararnir í Bakkafrost og Vestlax semjast um at leggja feløgini saman. Samanleggingin verður sett at verða tann 1. januar 2010. Partaeigararnir hjá P/F Vestlax Holding fáa umskipað síni partabrøv til P/F Bakkafrost partabrøv. Vestlax samtakið hevur eina framleiðsluorku á 11.000 tons í kruvdari vekt av laksi og sílum og eitt kryvjivirki í Kollafirði.

2009 Hetta árið hevur felagið metstóra framleiðslu, og nettovinningur og úrslit eru tey bestu nakrantíð. Avgerð verður tikin at skráseta felagið á virðisbrævamarknaðinum í Oslo.

2010 Bakkafrost og Vestlax leggja saman. Samanlagda felagið er størsta alifyritøka í Føroyum við umleið 55% av allari framleiðsluni av aldum laksi í Føroyum. Nú feløgini eru endaliga løgd saman, spennir virksemið frá smoltframleiðslu til aling av fiski og framleiðslu av liðugt góðskaðum vørum. Samtakið tekur 21.626 tons í kruvdari vekt í 2010. Tann 26. mars 2010 verður samtakið skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo og víðkar harvið um skaran av partaeigarum, so umframt føroysku íleggjararnar fær fyritøkan nú íleggjarar úr øllum Evropa og USA.

2011 Bakkafrost keypir P/F Havsbrún, ið er nýmótans og altjóða viðurkendur framleiðari av fiskamjøli, fiskalýsi og fiskafóðri við heimstaði í Føroyum. Meginparturin av framleiðsluni av fiskamjøli og –lýsi verður nýttur til egna framleiðslu av fiskafóðri, og restin verður útflutt. Bakkafrost var størsti kundi hjá Havsbrún. P/F Havsbrún átti 78,1% av alifyritøkunum P/F Faroe Farming og P/F Viking Seafood við tilsamans 5 loyvum. Eftir at Bakkafrost hevur ognað sær Havsbrún, keypir Bakkafrost eisini minnilutapartarnar í P/F Viking Seafood og hevur nú 100% av partabrøvunum.

2012 Havsbrún samtakið, ið varð yvirtikið í 2011, verður tillagað Bakkafrost samtakið, og virkisfyrimunir við samanleggingini verða staðfestir. Samanleggingin inniber, at bygnaðurin í samtakinum verður umskipaður, og 51% av alifelagnum Faroe Farming verða seld í tráð við føroysku alilógina. Felagið Bakkafrost UK verður keypt í endanum á 2012 við virknaði frá 1. januar 2013.

2013 Bakkafrost fráboðar eina 5 ára íløguætlan við tí endamáli at gera virksemið á landi munadyggari, at økja lívfrøðiliga vøksturin og minka um lívfrøðiliga váðan. Partur av ætlanini er bygging av nýggjum brunnbáti – „Hans á Bakka“. Til tess at minka um lívfrøðiliga váðan, býtir Bakkafrost økið í Vestmanna um við økið á Gøtuvík, ið áður er rikið av P/F Luna.

2014 Fyrsti partur av íløguætlanini verður liðugur, nú nýggja kassavirkið er bygt á Glyvrum og er farið undir framleiðslu. Ein nýggj smoltstøð, ið ger, at Bakkafrost nú er ført fyri at nøkta tørvin á smolti hjá felagnum, verður bygd á Norðtoftum og fer undir virksemi. Farið verður undir at byggja nýggja kryvji/portiónsvirkið á Glyvrum, og byggingin av nýggja brunnbátinum í Yalova, Istanbul, gongur framá. Skipið verður handað í juni 2015.

2015 Bakkafrost fer undir at fóðra laksin við fóðri, ið er framleitt við lýsi, ið er reinsað fyri umhvørvisdálkingarevni. Aliøkið hjá Bakkafrost á Gøtuvík verður ASC góðkent – fyrsta alistøð í Føroyum, ið er ASC góðkend. Nýggja skipið til flutning av livandi fiski, M/S Hans á Bakka, verður handað í juli.