Um okkum

Bakkafrost er størsti framleiðari av dygdarlaksi úr Føroyum. Vit hava eina rúgvu av heilsugóðum og dygdargóðum laksaúrdráttum frá okkara egnu virkjum.

Markleys náttúra og kaldur og støðugur sjóvarhiti í norðuratlantiska rákinum kring Føroyar eru tær fullkomnu umstøðurnar hjá laksi.

Bakkafrost er ein av teimum alifyritøkum í heiminum, sum er mest loddrætt samskipað. Bakkafrost hevur eftirlit við øllum liðum í framleiðsluni – frá fóðri til lidna virðisøkta vøru. Hetta tryggjar eitt sporføri, sum eingin annar megnar, umframt dygdargóðsku.

Drúgvu royndir okkara í sjógætisvinnuni og doyðin, vit leggja á at geva kundum okkara fyrsta floks laksaúrdráttir, hevur gjørt, at Bakkafrost hevur fingið tað orð á seg, at fyritøkan er ein álítandi og ábyrgdarfullur samstarvsfelagi.

Vit gera alt til tess at tryggja besta trivnaðin hjá fiskinum, burðardygd og at halda vakið eyga við umhvørvinum.

Vit hava halgað okkum til at geva brúkarum okkara kring allan heim fyrsta floks laksaúrdráttir, ið ber av øllum í smakki og føðsluvirði.

Søgan

Hetta er ein samandráttur av høvuðstættum og varðum felagsins síðan stovnan:

Les meira
Virkismál og strategi

Bakkafrost miðar ímóti at vera ein fyritøka í heimsflokki í laksavinnuni. Vit stremba eftir at bjóða vælsmakkandi, heilsugóðar, dygdarvørur til altjóða marknaðin og leggja dent á:

  • eina burðardygga framleiðslu frá fóðri til laksavøru

  • fiskavælferð og framleiðslu av hágóðsku matvørum

  • at skapa varandi virðir til kundar, partaeigarar og til samfelagið

Les meira
Íløguætlan - Brynja okkum til framtíðina

Í 2014 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan har samtakið ger stórar íløgur í øll lið av virðisketuni fyri at brynja okkum til framtíðina og harvið tryggja føroysk arbeiðspláss. Síðani at íløguætlain var kunngjørd er hon fleri ferðir økt.  Eisini eru íløgurnar framskundaðar til góðskingarvirkið.

Les meira
Sustainability

The fast-growing global population coupled with increasing demand for protein, is putting unprecedented pressure on the planet. In this scenario, there is a challenge to produce protein and valuable essential fish oils efficiently and sustainably – a challenge which the aquaculture industry is stepping up to meet.

Les meira
Stuðulspolitikkur

Virkisleiðsreglan hjá Bakkafrost
Endamálið við stuðulspolitikkinum og arbeiðinum í Stuðulsnevndini hjá Bakkafrost samtakinum er:

  • at tryggja, at stuðul verður veittur sambært yvirskipaðum ætlanum hjá samtakinum,
  • at stuðulin samsvarar við virðini hjá samtakinum, at atlit verða tikin sum tæna samtakinum sum heild, og
  • at yvirskipað og lokal áhugamál verða røkt
Les meira