Endamál

Endamálið við varskógvaraskipanini hjá Bakkafrost er at geva starvsfólki møguleika fyri dulnevnt at boða frá støðum og viðurskiftum, sum tey eru eygnavitni til, og sum ikki eru í tráð við galdandi lóggávu ella innanhýsis mannagongdir.

Hetta kann t.d. snúgva seg um framleiðslutrygd, matvørutrygd, reinføri o.s.fr.

Tá tú brúkar varskógvaraskipanina, skalt tú rita teg inn niðanfyri og skriva eina frágreiðing um, hvat tú hevur verið eygnavitni til. Frágreiðingin verður móttikin av tveimum starvsfólkum í HR-deildini. Tá tú brúkar varskógvaraskipanina, ert tú dulnevnd/ur, og tí fært tú onga afturmelding. Um tú ynskir at boða frá onkrum og fáa afturmelding, verður tú biðin um at seta teg í samband við HR-deildina. 

Varskógvaraskipan hjá Bakkafrost

Loyniorðið er alment atkomuligt innanhýsis á virkinum