Endamálið við varskógvaraskipanini hjá Bakkafrost er at geva starvsfólki møguleika fyri dulnevnt og í trúnaði at boða frá støðum og viðurskiftum, sum tey eru eygnavitni til, og sum ikki eru í tráð við galdandi lóggávu ella innanhýsis mannagongdir.
Hetta kann t.d. snúgva seg um framleiðslutrygd, matvørutrygd, reinføri o.s.fr.
Tá tú brúkar varskógvaraskipanina kanst tú lata frágreiðingina inn munnliga ella skrivliga. Frágreiðingar verða viðgjørdar gjøgnum eina óhefta og trygga skipan, nevnd Whistleblower Software. Frágreiðingin verður síðani viðgjørd av HR-ráðgevum hjá Bakkafrost.
Tú kanst velja at lata frágreiðingina inn í trúnaði ella púra dulnevnt. Um tú velur at vera dulnevnd/ur, kanst tú framvegis fáa afturmelding og samskifta við tey, sum viðgera málið, gjøgnum skipanina.
Allar frágreiðingar verða tiknar í álvara og verða viðgjørdar í samsvari við innanhýsis mannagongdir og/ella galdandi lógir.
Hvør leinkja førir til eina trygga og óhefta fráboðanarkanal.
Ert tú í iva um, hvat land tú skalt velja, vel so landið, har hendingin fór fram, ella har virksemið fór fram.