Bakkafrost heiðrað við Stockman virðisløn 2015

25.09.2015

Felagið hjá norskum fíggjargreinarum hevur heiðrað Bakkafrost við Stockman virðislønini 2015 í bólkinum fyri smærri og miðalstórar fyritøkur. Virðislønin verður latin feløgum skrásett á norska virðisbrævamarknaðinum fyri góða kunning og samskifti við fíggjar- og virðisbrævamarknaðin, t.d. at veita viðkomandi kunning um virksemi hjá felagnum og at leggja fram bestu ársroknskapir og ársfjórðingsroknskapir grundað á hægstu fakligu standardir.

Nevndin handan Stockman virðislønini segði í síni grundgeving fyri at heiðra Bakkafrost, at felagið hevur eina opna, álítandi og konsistenta kunning; allir bólkar á fíggjar- og virðisbrævamarknaðinum fáa somu viðgerð; høgan standand í mun til ársroknskap og notur saman við nevndarfrágreiðing, ársfjórðingsframløgur; virkisleiðslu og eigarastýring.

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01