Nýtt sjógætisindeks

Nýtt sjógætisindeks

15.04.2016

Keypsskálin í Oslo - Oslo Børs – almannakunngjørdi í gjár, at nú eru Bakkafrost og hini sjógætisvirðisbrøvini skrásett í einum felags indeksi á keypsskálanum - OBSFX. Nú ber til at handla ymisk børsskrásett produkt, sum eru grundað á nýggja sjógætisindeksið á keypsskálanum í Oslo.

Sjógætisfeløg eru vorðin ein týðandi partur av Oslo Børsi. Síðstu 10 árini er marknaðarvirðið á hesum feløgum meira enn tíggjufaldað, úr 14 til 148 milliardir norskar krónur. Lutfalsliga virðið á hesum virðisbrøvum á virðisbræva­marknaðinum er vaksið úr 1% til 8%. Higartil í ár er indeksið hækkað við 21,6%.

Í fyrstu syftu eru hesi feløg við í indeksinum: Bakkafrost, Marine Harvest, SalMar, Lerøy Seafood, Austevoll Seafood, Havfisk, Norway Royal Salmon og Grieg Seafood.

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01