Sáttmáli um bygging av nýggjari smoltstøð undirskrivaður

Sáttmáli um bygging av nýggjari smoltstøð undirskrivaður

11.04.2016

Í dag 11-04-2016 hava Regin Jacobsen og Jón Sigurdsson, vegna ávikavist Bakkafrost og Articon undirskrivað sáttmála um bygging av nýggjari smoltstøð á Strond í Klaksvík. Nevnast kann at nýggja smoltstøðin verður umleið 20.000 m² til støddar og kemur at hava ein framleiðsluorku uppá 28.960 m³ ella tað sum svarar til eina árliga framleiðslu uppá 7 milliónir smolt á 500 g. Hettar viðførir eina munandi øking av verandi framleiðslu av smolti og er týðandi partur av ætlanunum hjá Bakkafrost at minka um lívfrøðiligu váðarnar og at økja um samlaðu framleiðslumongdina.

Bakkafrost vil takka Articon fyri samstarvið higartil og vit gleða okkum til at taka nýggju smoltstøðina í nýtslu í 2018.

 

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01