Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 120 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 120 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021

22.02.2022

Q4 frágreiðing:

Framløga:

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fjórða ársfjórðing 2021 var 120 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 25,8 túsund tons, harav 20,7 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og 5,1 túsund tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 310 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 214 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 28 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 89 milliónir krónur.

Úrslitið eftir skatt fyri fjórða ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var eitt hall á 3 milliónir krónur í mun til eitt hall á 38 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 var samlaða úrslitið eftir skatt  964 milliónir krónur í mun til 463 milliónir í 2020.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Úrslitið í hesum ársfjórðinginum var serliga ávirkað av lívfrøðiligum avbjóðingum í Skotlandi. Gongdin er síðani batnað og er fellið komið niður aftur á vanligt støði. Hóast tað eisini hava verið avbjóðingar í Føroyum, so hava vit her sett nógv met í fjórða ársfjórðingi. Metstór nøgd av laksi varð tikin í einum ársfjórðingi eins og fyri árið sum heild. Fóðurfaktorurin hevur ongantíð verið so lágur og støddin á útsetta smoltinum var somuleiðis methøg. Sølan av fóðri á Havsbrún var methøg í hesum ársfjórðinginum samanborið við sama ársfjórðing undanfarin ár, eins og nøgdin fyri alt árið var metstór. Eisini var søluvirðið av liðugvørum methøgt í farna ársfjórðingi.
Vit eru sannførd um, at átøkini sum eru sett í verk í Føroyum og í Skotlandi, fara at minka um lívfrøðiliga váðan, ið er avgerandi fyri at betra um raksturin og kappingarførið. Fyri at tryggja fígging til stóru íløguætlanina, undirskrivaðu vit í desember nýggja fimm ára lánsavtalu á 700 milliónir evrur, svarandi til á leið 5,2 milliardir krónur. Talan er um eina sokallaða “burðardygga fígging”, ið merkir, at rentan verður ásett í mun til, hvussu væl vit røkka okkara burðardygdsmálum. Hesi mál umfata egna framleiðslu av grønari orku, framhaldandi betring av fóðurfaktorinum og at minka um fellið. Røkka vit málunum, verður rentan lægri, meðan rentan hækkar, um vit ikki røkka málunum.
Marknaðurin hevur verið sera góður í fjórða ársfjórðingi. Laksaprísurin hækkaði við í miðal 16,48 nok/kg í mun til sama ársfjórðing í 2020, hóast útboðið av laksi vaks. Marknaðarútlitini fyri 2022 eru góð eftirsum útboðið væntandi verður á leið tað sama sum í 2021, meðan eftirspurningurin hækkar, so hvørt sum avmarkingar vegna koronufarsóttina verða sleptar, og ferða- og matstovuvinnan tekur seg upp aftur.”
Samlaða tøkan í fjórða ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 25.800 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 20.700 tons tikin í Føroyum í mun til 16.000 tons sama ársfjórðing árið fyri. Í Skotlandi vórðu 5.100 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 9.300 tons sama ársfjórðing árið fyri. Samlaða tøkan í 2021 var 97.900 tons í kruvdari vekt í mun til 86.700 tons í 2020. Harav vórðu 67.200 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 50.700 tons í 2020, og 29.700 tons vórðu tikin í Skotlandi í mun til 35.000 tons í 2020.

Metstór smolt í Føroyum

Tilsamans vórðu 9,2 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi 2021. 5,1 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi í mun til 5,5 milliónir smolt sama tíðarskeið árið fyri. Smoltvektin í Føroyum í 2021 var 382g í miðal, sum er methøgt. Ætlanin er framhaldandi at økja um støddina av smoltunum, so hvørt smoltstøðirnar verða víðkaðar. Í Skotlandi vórðu 4,2 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til 3,9 milliónir smolt sama ársfjórðing árið fyri. Tilsamans vórðu 25,5 milliónir smolt sett út í 2021 í mun til 25,0 milliónir smolt í 2020. 14,4 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 11,1 milliónir í Skotlandi.

 

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 310 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 í mun til 143 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 var rakstrarúrslitið 1.023 milliónir krónur í mun til 588 milliónir krónur í 2020.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 282 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 samanborið við 63 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing árið fyri. Tøkan eins og prísirnir vóru hægri í hesum ársfjórðinginum enn í sama ársfjórðingi árið fyri. Rakstrarúrslitið fyri 2021 var 904 milliónir krónur í mun til 448 milliónir krónur árið fyri.
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 214 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarhall á 54 milliónir fjórða ársfjórðing  árið fyri. 179 milliónir krónur vóru útreiðsluførdar fyri serliga stórt felli í ársfjórðinginum. Rakstrarúrslitið fyri 2021 var eitt hall á 249 milliónir krónur í mun til 24 milliónir krónur árið fyri.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 28 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 80 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Rakstrarúrslitið fyri 2021 var 120 milliónir krónur í mun til 140 milliónir krónur árið fyri.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi 2021 var 89 milliónir krónur samanborið við 48 milliónir krónur fjórða ársfjórðing árið fyri. Rakstrarúrslitið, EBITDA, fyri 2021 var 306 milliónir krónur í mun til 208 milliónir krónur árið fyri.
Í fjórða ársfjórðingi 2021 tók Havsbrún ímóti 27.300 tonsum av ráfiski í mun til 71.900 tons sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 tók Havsbrún ímóti 152.400 tonsum av ráfiski í mun til 283.300 tons árið fyri.
Havsbrún seldi 32.527 tons av fóðri í fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til 30.885 tons sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 seldi Havsbrún 128.489 tons av fóðri í mun til 111.998 tons árið fyri.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.126 milliónir krónur við endan á fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til 1.753 milliónir krónur við árslok 2020. Bakkafrost hevði 3.063 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fjórða ársfjórðingi 2021, og solvensurin var 64%.

Á  ársaðalfundinum,  sum  verður  fríggjadagin  29.  apríl  2022,  fer  nevndin  at  skjóta  upp,  at  5,14 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

 

ÚTLIT

Marknaður

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi øktist umleið 4.6% í fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til sama ársfjórðing árið fyri. Samanlagt við goymslubroytingum, øktist samlaða útboðið av laksi við umleið 3,1% í ársfjórðinginum samanborið við sama ársfjórðing 2020. Hóast hendan útboðsvøkstur hækkaði laksaprísurin í fjórða ársfjórðingi við 37%, millum annað orsakað av at matstovuvinnan hevur ment seg aftur aftaná koronufarsóttina.
Altjóða útboðið av  laksi í fyrru helvt av 2022 verður mett at minka 7%, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Fyri alt 2022 økist útboðið av laksi væntandi 1% í mun til árið fyri, tá ið goymslubroytingar eru íroknaðar.
Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA, Fjareystri og Russlandi. Hetta er við til at minka um marknaðarváðan.

 

Aling

Í Føroyum er fiskurin vaksin sera væl í hesum ársfjórðinginum. Eisini hevur fóðurfaktorurin verið lægri enn nakrantíð áður, meðan størri avbjóðingar hava verið av laksalúsini. Tískil hevur verið neyðugt at økja títtleikan av mekanisku lúsaviðgerðini, og hevur tað elvt til  størri felli. Í summar verður viðgerðarmegin hjá Bakkafrost munandi styrkt, tá ið nýggi stóri brunnbáturin, Bakkafossur, verður liðugur. Bakkafossur verður millum annað sera væl útgjørdur til feskvatnsviðgerð.
Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi, í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til á leið 500g í 2022. Fiskurin, ið varð tikin í 2021, varð á sinni settur á sjógv sum smolt við miðalvekt á 274g. Samanborið við hetta var miðalvektin á útsetta smoltinum í 2021 382g, og verður hesin fiskur klárur til tøku seinni í ár og tíðliga í 2023. Útsettu smoltini í 2021 hava roynst sera væl í sjónum, og nógv vitan er fingin til vega, ið kann gagnnýtast framyvir í Skotlandi, so hvørt sum strategiin við stórum smolti verður innførd har.
Við  útbyggingunum av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali, sum eru í gongd, og við nýggju smoltstøðini í Ónavík, verður í 2026 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða meira enn 23 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500g.

 

Alingin í Skotlandi hevur verið sera avbjóðandi í fjórða ársfjórðingi 2021 og fellið hevur verið óvanliga stórt.  Fiskur, ið hevði ringa toknuheilsu, varð brádliga raktur av øðrum avbjóðingum sum t.d. stórum stimum av pinkuhvalspýggjum. Ringast var í byrjanini av ársfjórðinginum og sum fráleið batnaði støðan. Síðst í januar 2022 var fellið komið niður aftur á vanligt støði.
Í summar verður megin at viðgera við feskvatni meir enn trífaldað, tá ið Bakkafrost fær tveir nýggjar brunnbátar við tøkni at viðgera við feskvatni. Hetta verður týðandi fyri at kunna betra um toknuheilsuna hjá fiskinum, minka um lívfrøðiliga váðan og sostatt eisini minka um fellið.
Bakkafrost ætlar eisini at ala stór smolt í Skotlandi og byggir tískil nýggjar smoltstøðir har.  Í løtuni verður smoltstøðin, Applecross, víðkað og verður væntandi liðug síðst í 2022. Tá verður árliga framleiðsluorkan á Applecross 8 milliónir smolt á 250g. Komandi útbyggingar av smoltstøðum í Skotlandi fara í 2026 at geva Bakkafrost eina árliga framleiðsluorku í Skotlandi á 18 milliónir smolt á 500g.
Í fjórða ársfjórðingi øktist miðalvektin á útsetta smoltinum í Skotlandi við 9% til 105g í mun til 96g sama tíðarskeið árið fyri. Í 2022 verður miðalvektin væntandi 120g og fer miðalvektin væntandi at økjast munandi meira í 2023.
Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur  eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.

 

Smolt útseting

Í 2022 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,9 milliónir smolt í Føroyum og 10,8 milliónir í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,5 milliónir smolt í 2021, 14,3 milliónir smolt í 2020, 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 11,0 milliónir smolt í 2021, 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.
Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan fyri 2022 er 68.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 35.000 tons í Skotlandi.
Liðugvørur

Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 32% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi í 2022. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2022 er 753 túsund tons, sum er ein lækking á 19% samanborið við 2021.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2022 verður væntandi nakað tað sama sum  í 2021. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2022 verður mett til 130.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

 

Íløgur

Á kapitalmarknaðardøgunum tann 14. og 15. september 2021 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2022-2026 áljóðandi 6,2 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.
Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er at avrita háttin, Bakkafrost virkar uppá í Føroyum, til Skotlands. Bakkafrost ætlar millum annað at byggja 3 stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Harvið fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 18 milliónir smolt á 500g í Skotlandi í 2026. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.
Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra at árliga framleiðslan av smolti í 2026 verður omanfyri 23 milliónir smolt á 500g. Harafturat verður stór lívfiskastøð bygd  í Skálavík og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður eisini víðkað. Í íløguætlanini er eisini sett av til nýggja alitøkni á sjónum, ið kann gera tað møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 100.000 tons í kruvdari vekt, ið annars er ætlanin at røkka í 2026.
Við íløguætlanini 2022-2026 væntar Bakkafrost at røkka eina samlaða tøku á 150.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2026. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at byggja samlaða framleiðsluorku á 180.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

 

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Afturat hesum hevur Bakkafrost í desember 2021 undirskrivað 5 ára avtalu um burðardygga endurfígging av samtakinum við 700 milliónum evrum, umframt atgongd til 150 milliónir evrur í eykafígging um neyðugt.

Samband:

Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)
Høgni Dahl Jakobsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)

Um Bakkafrost:

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01