Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 103 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 103 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020

10.11.2020

Presentation:

Q3 2020 interim report:

RAKSTRARÚRSLITIÐ HJÁ BAKKAFROST SAMTAKINUM FYRI TRIÐJA ÁRSFJÓRÐING 2020 VAR 102,7 MILLIÓNIR KRÓNUR. SAMLAÐA TØKAN VAR 21,6 TÚSUND TONS Í KRUVDARI VEKT, HARAV 11,1 TÚSUND TONS VÓRÐU TIKIN Í FØROYUM OG 10,5 TÚSUND TONS Í SKOTLANDI. ALIGEIRIN Í FØROYUM OG LIÐUGVØRUFRAMLEIÐSLAN HØVDU TILSAMANS EITT RAKSTRARÚRSLIT Á 118,4 MILLIÓNIR KRÓNUR, HARAV ALIGEIRIN Í FØROYUM HEVÐI EITT RAKSTRARÚRSLIT Á 96,6 MILLIÓNIR KRÓNUR. ALIGEIRIN Í SKOTLANDI HEVÐI EITT RAKSTRARHALL Á 28,4 MILLIÓNIR KRÓNUR. LIÐUGVØRUFRAMLEIÐSLAN HEVÐI EITT RAKSTRARÚRSLIT Á 21,8 MILLIÓNIR KRÓNUR, OG RAKSTRARÚRSLITIÐ (EBITDA) AV FRAMLEIÐSLUNI AV FISKAMJØLI, LÝSI OG FÓÐRI VAR 69,5 MILLIÓNIR KRÓNUR.

8. oktober 2019 keypti Bakkafrost meginpartin av The Scottish Salmon Company (SSC) í Skotlandi. Frá hesum degi at rokna er SSC ein partur av Bakkafrost samtakinum, og skulu roknskapartølini frá SSC frá hesum degi roknast við í samlaða roknskapin hjá Bakkafrost samtakinum. Hetta merkir, at øll tey nevndu roknskapartølini í hesum tíðindaskrivi eisini umfata SSC – uttan so, at tað er greitt frámerkt. Roknskapartøl frá SSC, ið viðvíkja tíðarskeiðum áðrenn keypsdagin, eru ikki við í samlaðu roknskapartølunum hjá Bakkafrost samtakinum.

Úrslitið eftir skatt fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 176,8 milliónir krónur í mun til 180,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan í triðja ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.611 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 11.135 tons tikin í Føroyum í mun til 12.938 tons sama ársfjórðing í fjør, og 10.476 tons vórðu tikin í Skotlandi. Samlaða tøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 60.424 tons í kruvdari vekt í mun til 39.254 tons fyrra hálvár í fjør. Harav vórðu 34.734 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 39.254 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, og 25.681 tons vórðu tikin í Skotlandi.

Tilsamans vórðu 4,8 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi 2020. 3,6 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 1,3 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar vórðu 2,4 milliónir smolt sett út í Føroyum í sama ársfjórðingi í fjør. Tilsamans eru 13,9 milliónir smolt sett út fyrstu nýggju mánaðirnar í ár í mun til 7,7 milliónir smolt fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. 8,7 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 5,2 milliónir í Skotlandi.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

„Alheims laksamarknaðurin hevur eisini í hesum ársfjórðinginum verið nógv ávirkaður av koronafarsóttini. Laksavinnan hevur verið undir stórum trýsti, og hetta sæst aftur í fíggjarligu úrslitunum í vinnuni. Hóast hetta hevur Bakkafrost varðveitt støðugu framleiðsluna gjøgnum ársfjórðingin til kundar okkara kring heimin. Framleiðslan av liðugvørum hevur verið óvanliga stór fyri ársfjórðingin, orsakað av øktum eftirspurningi frá kundum okkara í Evropa og USA. Gongd er eisini komin aftur á søluna til Russlands.

Lívfrøðiliga gongdin í Føroyum hevur verið góð, og laksurin, vit hava tikið í ársfjórðinginum, hevur havt sera góða góðsku. Hetta er millum annað eitt úrslit av stóru íløgunum, vit hava framt seinastu árini í smoltframleiðslu – eitt nú nýggja smoltstøðin á Strond, sum nú ger okkum før fyri at framleiða størri smolt við enn betri góðsku. Hendan gongdin er ikki liðug enn, og tá ið komandi útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali eru lidnar, fara vit at røkka okkara máli fyri 2022, at miðalvektin á útsettu smoltunum skal vera 500g.

Góðskan og støddin á smoltinum hevur stóran týdning fyri lívfrøðiligu gongdina, og tískil leggja vit stóran dent á hetta. Nærlagni, burðardygd og góð fiskarøkt eru eisini sera týðandi fyri okkum.

Í 2013 settu vit okkum sera avbjóðandi málið, at allur laksurin hjá Bakkafrost skuldi verða ASC*-góðkendur í 2020 (*Aquaculture Stewardship Council). Síðan tá hava vit arbeitt miðvíst at náa hesum máli og hava tillagað virksemið og ment okkara førleikar. Eg eri tískil sera errin av avrikinum hjá starvsfólkum okkara, og tað frøðir meg at kunna boða frá , at vit hava nátt málinum:

Allur føroyskur laksur hjá Bakkafrost er nú ASC-góðkendur

Við okkara serstaka laksi í heimsflokki, okkara smidligu virðisketu, vaksandi tøkunøgd og jaligu marknaðarútlitunum fyri 2021, meta vit at Bakkafrost er í einari framúr góðari støðu.“

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 96,6 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020 samanborið við 231,5 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 28,4 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020.

Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 21,8 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020 í mun til 25,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2020 var 69,5 milliónir krónur samanborið við 94,5 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.256,7 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2020 í mun til 1.018,7 milliónir krónur við árslok 2019. Bakkafrost hevði 2.163 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2020, og solvensurin var 68%.

 

ÚTLIT

Marknaður

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi øktist umleið 4,8% í triðja ársfjórðingi 2020 í mun til sama ársfjórðing í 2019. Sum heild var marknaðurin tarnaður av koronafarsóttini, og óvissan um marknaðarútlitini er størri enn vanligt.

Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fjórða ársfjórðingi 2020 verður mettur til áleið 5% samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2021 verður mettur til umleið 1% samanborið við 2020.

Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgond og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA, Fjareystri og Russlandi. Koronafarsóttin hevur tó broytt munandi um marknaðarviðurskiftini í og millum hesar marknaðir. Sostatt verður størri nøgd av laksi nú seld til matvøruhandlar og minni nøgd til hotell- og matstovuvinnuna, enn vanligt hevur verið hjá Bakkafrost. Óvist er, hvussu býtið fer at verða, tá ið koronafarsóttin er av, men Bakkafrost hevur stóran fyrimun av at hava eina smidliga virðisketu, ið kann lagast til markaðin.

 

Aling

Samanumtikið hevur alingin í Føroyum havt góð úrslit. Fiskurin er vaksin væl, lítil trupulleiki hevur verið av laksalús, og góðskan av tikna fiskinum hevur verið sera góð. Miðalstøddin á smoltinum hjá Bakkafrost er alsamt vaksandi og væntast at verða umleið 300g í 2020. Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur í at útbyggja smoltstøðir, og smoltstøðin á Strond, sum nú er tikin í fulla nýtslu, er við til at økja munandi um smoltframleiðsluna og -støddina. Afturat hesum er Bakkafrost farið undir at útbyggja smoltstøðirnar á Norðtoftum og í Glyvradali. Við hesum tiltøkum væntar Bakkafrost at náa eina miðalvekt á útsettu smoltunum á 500g í 2022, samstundis sum vakstrartíðin á sjónum styttist niður ímóti 12 mánaðum.

Í Skotlandi mennist alingin so líðandi, og batar eru at síggja í høvuðslyklatølunum. Í hesum ársfjórðinginum hevur fellið tó verið væl hægri enn vanligt, orsakað av lívfrøðiligum avbjóðingum, sum millum annað stóðust av óvanliga nógvum regni og áarføri í august. Søguliga sæð er triði ársfjórðingur ein sera avbjóðandi ársfjórðingur í alingini í Skotlandi. Hetta mynstrið fer væntandi at halda fram, til Bakkafrost hevur gjørt ætlaðu íløgurnar í millum annað 3 smoltstøðir í Skotlandi, ið kunnu tryggja stór smolt eins og í Føroyum. Úrslitið av hesum íløgunum verður væntandi kollveltandi fyri alingina í Skotlandi.

Í ár væntar Bakkafrost at taka 50.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 39.000 tons í Skotlandi. Í 2021 verða væntandi 62.500 tons av laksi í kruvdari vekt tikin í Føroyum og 44.000 tons í Skotlandi.

Samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í ár verður væntandi 14,7 milliónir smolt í Føroyum og 10,7 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar var útsetingin í Føroyum 12,7 milliónir smolt í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi vóru 12,4 milliónir smolt sett út í 2019 og 8,6 milliónir í 2018. Tal og miðalvekt av sjósettum smolti eru týðandi fortreytir fyri at kunna meta um framtíðar tøku. Bæði útseting og tøka eru treytað av lívfrøðiligu gongdini.

 

Liðugvørur

Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 50% av væntaðu tøkuni í Føroyum í fjórða ársfjórðingi 2020 og umleið 33% av tøkuni í 2021. Fyri tøkuna í Skotlandi hevur Bakkafrost gjørt sáttmálar fyri 23% av tøkuni í fjórða ársfjórðingi 2020 og 25% av væntaðu tøkuni næsta ár. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

 

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2020 er 1.162 túsund tons, sum er ein hækking á 2% samanborið við 2019. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2021 ár er 929 túsund tons, ið er ein minking á 20% í mun til 2020.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2020 verður væntandi lægri enn í 2019. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri er hækkað og verður mett til 110.000 tons í 2020 og 120.000 tons í 2021.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost.

 

Íløgur

Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at minka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.

Samanumtikið er Bakkafrost væl áleiðis við íløguætlanini. Smoltstøðin á Strond er liðug, og ætlaðu útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali eru byrjaðar og fara økja um smoltstøddina og -nøgdina í 2022.

Í øðrum ársfjórðingi skrivaði Bakkafrost undir sáttmála um at byggja ein nýggjan brunnbát á 7.000 m3. Hesin verður útgjørdur við hybrid-tøkni fyri at minkað um CO2-útlátið og minka orkunýtsluna. Biogassverkið Förka er eisini týdningarmikil liður í at tryggja burðardyggan vøkstur. Biogassverkið ger tað møguligt at framleiða grøna orku burtur úr vaksandi nøgdunum av lívrunnum burturkasti og skarni, sum kemst av vaksandi virkseminum. Á henda hátt minkar Bakkafrost um árliga CO2-útlátið við umleið 11.000 tonsum.

Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350-400 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini. Ein stórur partur av hesum fer til útbygging av 3 smoltstøðum í Skotlandi, harav tann fyrsta verður smoltstøðin við Applecross. Hendan smoltstøðin verður munandi útbygd og eisini umbygd til at nýta somu tøkni til reinsing og endurnýtslu av vatni, sum verður nýtt á føroysku smoltstøðunum hjá Bakkafrost.

 

Fíggjarliga støðan

Hóast stóru óvissuna, ið stendst av koronafarsóttini, eru langtíðarútlitini fyri altjóða laksamarknaðin til fyrimuns fyri Bakkafrost. Bakkafrost hevur longstu virðisketuna í vinnuni og kann við hesari framleiða hágóðskulaks til lágan framleiðslukostnað. Hettar gevur ein avgerandi kappingarfyrimun og størri fíggjarligan smidleika framyvir.

Í fjórða ársfjórðingi 2019 endurfíggjaði Bakkafrost alt samtakið við EUR 352 milliónum til føroyska virksemið umframt møguleika til EUR 150 milliónir í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við GBP 100 milliónum.

Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

 

Covid-19 farsóttin

Bakkafrost hevur ein týðandi leiklut í at tryggja heilsugóðan mat til vaksandi fjøldina í heiminum. Hesin leiklutur er serliga týdningarmikil í truplu støðuni í heiminum, ið kemst av Covid-19 farsóttini.

Við teimum tiltøkum, ið eru gjørd fyri at verja starvsfólkini, er føroyska framleiðslan hjá Bakkafrost ikki tarnað munandi av farsóttini, meðan framleiðslan í Skotlandi er tarnað í avmarkaðan mun. Broytingar eru gjørdar nógvastaðni í fyritøkuni fyri at minka um smittuvandan og tryggja møguleikarnar fyri at kunna halda frástøðu. Eisini eru øll starvsfólk í Føroyum boðin regluligar, ókeypis Covid-19 kanningar síðan apríl mánað.

 

Samband:

Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)

Høgni Dahl Jakobsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)

 

Um Bakkafrost:

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi. Harumframt hevur felagið eitt biogassverk í Streymoy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla og umsiting eru eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01