Nýggju tunlarnir hjá Havsbrún um at verða lidnir

Nýggju tunlarnir hjá Havsbrún um at verða lidnir

08.06.2016

Virksemið hjá Havsbrún hevur verið stórt seinastu nógvu árini, og tí hevur verið neyðugt við stórum goymsluhølum. Havsbrún hevur tí í fleiri umførum bygt nýggjar goymslu-bygningar.

Á heysti 2015 fór Havsbrún undir at byggja tveir nýggjar goymslutunlar. Støddin er 250 x 16 metrar hvør, og harafturat eru tvær inngongdir á góðar 100 metrar. Tunlarnir eru tilsamans 10.000 m2 til víddar og skulu nýtast til at goyma mjøl í. Teir fara at rúma eini 20.000 tons av mjøli.

Sprongt hevur verið inn í fjallið beint við virkið, og arbeiðið er um at verða liðugt. Tunlarnir verða tiknir í nýtslu í juli 2016.

 

Fakta um tunlarnir:

Stødd:
Nøgd av tunlum ................................................. 2 stk
Gólvvídd á tunlunum ................................. 10.000 m²
Longd á hvørjum tunli ..................................... 250 m
Breidd á hvørjum tunli ...................................... 16 m

Longd á hvørjum inngongdi ............................. 100 m


Goymslukapasitetur:
Fiskamjøl ................................................ 20.000 tons

 

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01