Mest og Bakkafrost nýtt samstarv

Mest og Bakkafrost nýtt samstarv

06.04.2017

Mikudagin 5. apríl varð sáttmáli um umbygging av nýggja tænastuskipinum “MS Róland” undirskrivaður av MEST og Bakkafrost. Eftir at skipið er umbygt, er møguleiki at avlúsa laksin við somu skipan sum verður nýtt umborð á “MS Martin”. Við hesi skipan verður laksurin tikin umborð, baðaður í flógvum sjógvi og síðani settur út aftur í ringin. Eins og hetta er ein effektivur viðgerðarháttur, er hetta eisini í tráð við grønu strategiina hjá Bakkafrost at sleppa undan at nýta evnafrøðilig evni til avlúsing.

Umframt nevndu útgerð verða fýra kranar settir umborð á “MS Róland”, soleiðis at til ber at gera aðrar tænastuuppgávur í samband við alibrúkini.

Bakkafrost fegnast um at føroyska skipasmiðjan MEST hevur verið kappingarfør at loysa hesa uppgávuna, og tað er gott fyri bæði føroyska samfelagið og Bakkafrost at arbeiðið verður gjørt í Føroyum av einum føroyskum veitara. Bakkafrost ynskir at nýta føroyskar veitarar, tá teir eru kappingarførir í mun til góðskuna og kostnaðin, og á hendan hátt vera við til skapa so stór virðir sum gjørligt í føroyska samfelagnum. Arbeiðið at umbyggja “MS Róland” skal eftir ætlan verða liðugt í juni mðr.

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01