"Kópasteinur" til Hvannasunds

"Kópasteinur" til Hvannasunds

10.11.2017

Fyrrapartin í dag varð nýggi arbeiðsbáturin "Kópasteinur" handaður Bakkafrost á skipasmiðjuni Mest í Havn. "Kópasteinur" er nr. 10 í røðini av stórum arbeiðsbátum, ið Bakkafrost hevur latið bygt í Føroyum seinastu árini. Skrokkurin og alt arbeiðið við bátinum er gjørt í Føroyum.

Eins og undanfarnu arbeiðsbátarnir er eisini hesin arbeiðsbáturin sera væl útgjørdur. Umstøðurnar hjá manningini eru góðar umborð. Har er innrættað køksskapilsi við borði, bonki og aðrari útgerð saman við umklæðingarrúmi v.m. Á dekkinum er monteraður krani, ið lyftir 2,5 tons umframt spæl. Báturin er útgjørdur við ekkoloddi, radara, gps, plottara, autopiloti og annars teimum siglingartólum, ið Skipaeftirlitið krevur. Framtøkumaskinarí eru tvær Scania Marine 450 HK og ferðin er 9 sjómíl um tíman. Báturin er eisini útgjørdur við bjargingar- og sløkkiútgerð sambært skipaeftirlitskrøvum, umframt bjargingarbáti til 12 persónar.

"Kópasteinur" er heimahoyrandi í Norðdepli og skal nýtast í aling norðanfyri.

Navnið "Kópasteinur" stavar frá einum steini Undir Svartakletti í Hvannasundi. Hetta er steinur í haganum, ið er lopin úr hamrinum omanfyri, og líkist einum kópi, soleiðis sum hann liggur.

Kópasteinur

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01