Heiðraðu landsliðnum á Vaglinum

15.06.2015

14. juni bjóðaðu Bakkafrost, høvuðsstuðul hjá FSF, Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya øllum føroyingum á Vagli í Havn at heiðra landsliðnum.  

Væl yvir túsind fólk heiðraðu landsliðnum á Vaglinum har Bakkafrost eisini borðreiddi við laksi.

 

Røðan hjá Regin Jacobsen til landsliðið:

Eg vil vegna øll okkum á Bakkafrost ynskja landsliðnum hjartaliga tillukku við tí ótrúliga flotta avrikinum í gjár.

Tað er sera stuttligt at vera høvuðsstuðul hjá landsliðnum í hesum døgum. Nú eru 4 ár síðani at Bakkafrost avgjørdi at blíva høvuðsstuðul hjá landsliðnum. Hesi árini hava vit sjálvandi fylgt væl við gongdini og tað hevur verið fantaktiskt at sæð tað menning sum er farin fram. Úrslitið av hesi tilgongdini sóu vit í Grikkalandi í fjør og aftur í gjár tá ið landsliðið ikki bara vann men vann uppibori á einum av heilt stóru liðunum í Evropa.

Landsliðið minnir okkum á at sjálvt um vit eru fá, so kunnu vit føroyingar við eldhuga og dugnasemi verðuliga gera okkum galdandi og skapa úrslit í heimsflokki.

Tað var ein fantastisk kensla at vera við til dystin ígjár. Áðrenn dystin sótu vit - ein bólkur av fólki frá Bakkafrost og tosaðu um hvussu nú mundi fara at gangast.

Onkur helt at man kundi sjálvandi vera heppin einaferð og raka eina veika løtu hjá mótstøðuliðnum; men einans við hepni fór ikki at bera til tvær ferðir á rað

Men vit vóru eisini tveir, sum vóru so villir at tippa at dysturin fór at enda 2-1 til Føroyar. Jú vit viðgingu at tað sjálvandi var litað av hvat úrslit vit vónaðu

Tað var flott at síggja tykkara ídni - og trúnna uppá at vit megna at skapa ótrúlig úrslit

– tit vildu skapa úrslit sum vóru í heimsflokki, og tá viljin er so stórur, ber til at náða tindarnar – og tað gjørdu vit.

Bakkafrost leggur stóran dent á at marknaðarføra okkara laks sum føroyskan og ein avbjóðing við tí er at tá ið man kemur út í heim eru tað ikki nógv ið kenna til Føroyar

Vit eru stolt av tykkum bæði sum føroyingar; men ikki minst sum høvuðssponsor hjá Landsliðnum, eitt slíkt úrslit sum hetta er heilt
fantastiskt – og setur røringar ígongd, sum fara um allan heimin.

Føroyar eru í fokus - og sera nógv fólk vita um Føroyar vegna okkara fantastiska fótbóltslandslið, sum røkkur úrslit í heimsflokki.

Tað kemur javnan fyri, at vit møta útlendingum sum bara kenna til Føroyar frá fótbóltinum og tí er landsliðið verðulig umráðandi í brandingini av Føroyum. Og vit kundu ikki yngst okkum betri sendifólk enn hesar røsku garparnir ið standa her. Slík úrsliti sum í gjár skapa endurljóð kring heimin

Um allan heimin eru yvirskriftirnar um lítlu tjóðina, sum vann á HM luttakara frá seinastu kapping og EM-meistara frá 2004.

Danskir fjølmiðlar eru stoltir av at dani er venjari – tað er bara gott at teir vilja vera partur av føroysku succeðini.

Tað ber til – sjálvt hjá tí minsta at skapa úrslit í heimsflokki. Tað vita vit á Bakkafrost og tað vita vit í føroyska landsliðnum eisini.

Liðið hevur sett sær høg mál, og at man hevur arbeitt miðvíst við eini strategi at fáa góð úrslit – og hetta er sjón fyri søgn, at við høgum málum ber til at at skapa góð úrslit.

Men tað liggur ómetsliga nógv arbeiði aftanfyri einhvørjum úrsliti sum hesum í heimsflokki, tað vita vit alt um.

Allir grikkar kenna sjálvandi navnið: Jóan Símun Edmundsson, nú mega teir eisini læra seg onnur nøvn:
  - Brandur Olsen
  - Hallur Hansson

Og aðrir vóru eisini væl við og kunnu vera næstu sum skora

Vit eru ómetaliga stolt av tykkum!! Hjartaliga takk fyri tykkara fantastiska innsats og hjartaliga tillukku við avrikinum!

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01