Bakkafrost útgevur 2018 Healthy Living Sustainability Report

Bakkafrost útgevur 2018 Healthy Living Sustainability Report

12.03.2019

12. Mars útgóvu vit okkara næstu Healthy Living Sustainability Report fyri 2018.

Her greiðir Regin Jacobsen CEO á Bakkafrost um uppdateringina. 

 Fyri fyrstu ferð er frágreiðingin gjørd eftir Best-practice leistinum hjá international Global Reporting Initiative Standards. Ein uppdatering at gjørd yvir hetta eina árið, sum er farið síðan vit fóru í gongd við okkara ætlan um burðardygd, Sunt lív. Til ber at lesa um:

  • At ferð er sett á at fáa góðkenningar til alistøðirnar, so tær liva upp til krøvini fyri ASC góðkenningum.
  • At stig eru tikin til at minka um umhvørvisligu ávirkanina á firðirnar við eitt nú at brúka myndatól til eftirlit av fóðringini, at eingin koparimpregnering er í nótunum longur og at eingi kemisk evnir verða brúkt til avlúsingina.
  • At stig eru tikin til at hugsa burðardygt gjøgnum alla virðisketuna við at liva upp til tey 10 prinsippini í UN Global Compact.

Vit eru samstundis fegin um, at vit saman við útgávuni av frágreiðing kunnu kunngera, at vit fara upp í Ocean Disclosure Project, sum er ein altjóða pallur fyri at menna gjøgnumskygni í veitingini av innihaldinum í fóðurframleiðsluni.

Frágreiðingin verður eisini útgivin á føroyskum á aðalfundinum hjá Bakkafrost, sum er tann 5. Apríl 2019.

Bakkafrost 2018 Healthy Living Sustainability Report

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01