GSI frágreiðing

GSI frágreiðing

28.04.2017

GSI (Global Salmon Initiative) hevur almannakunngjørt 2016 frágreiðingina um burðardygga aling.

Bakkafrost er limur í GSI, sum er altjóða felagsskapur av 12 alifyritøkum úr 8 ymiskum londum, ið umboða uml. helmingin av samlaðu framleiðsluni í heiminum av aldum laksi.

Málið hjá GSI er at bjóða eina heilsugóða og burðardygga matvøru til eitt skjótt vaksandi tal av fólki í heiminum. Málið er samstundis at avmarka árin av laksaaling á umhvørvið og alsamt at økja íkastið hjá alivinnuni til samfelagið við einum framhaldandi búskaparligum vøkstri í alivinnuni.

Fyritøkurnar í GSI felagsskapinum samstarva um støðugt at skapa størri gjøgnumskygni í alingini og henda frágreiðing er eitt amboð á hesi leiðini.

2016 GSI frágreiðingin um burðardygga aling vísir m.a.:

at fyritøkur kring allan knøttin í GSI høpi nú kunnu vísa á felags data fyri 4 ár (2013, 2014, 2015 og 2016)

at uml. ¼ av øllum GSI alibrúkum hava altjóða ASC (Aquaculture Stewardship Council) góðkenning, sum er ein vøkstur upp á 60% samanborið við 2015

at GSI fyritøkur veita týdningarmikið íkast til samfelagið og hava í starvi næstan 20.000 starvsfólk um allan knøttin

at framleiðslan av aldum laksi er sera burðardygg samanborið við framleiðslu av øðrum aldum djórum, m.a. tá tað snýr seg um at gera fóður til mat. Tá er aling av laksi framvegis heimsins mest effektiva matvøruframleiðsla, sí niðanfyri mynd

Hetta er 4. árið á rað, at GSI ger frágreiðing um burðardygga aling og Bakkafrost letur á hvørjum ári upplýsingar til hesa frágreiðing. Tølini eru fyri Bakkafrost Farming (aling á sjónum) og snúgva seg um niðanfyri nevndu viðurskifti:

Umhvørvisviðurskifti:

  • Rýmdur fiskur
  • Deyður fiskur
  • Nýtsla av heilivági
  • Lúsatal
  • Lúsaviðgerðir
  • Framferðarhættir at basa lús uttan nýtslu av heilivági
  • Hvussu aling og djóralív ávirka hvør annan
  • Nýtsla av rávøru úr havinum í fóðri
  • Standardir & Umhvørvisgóðkenningar

Almenn viðurskifti:

  • Virka í samsvari við lógir og reglar
  • Starvsfólkatrygd & Heilsa
  • Samfelagsskylda
  • Fulltíðarstørv
  • Íløga í gransking og menning

2016 GSI frágreiðingin um burðardygga aling sæst á fylgjandi leinkju – vel "Sustainability Report":

https://globalsalmoninitiative.org/en/sustainability-report

Sum sæst omanfyri verður ASC góðkenningin nevnd sum eitt týðandi amboð í GSI arbeiðinum. GSI brúkar ASC standardin sum karm fyri at tryggja, at allar GSI fyritøkurnar arbeiða innanfyri somu rammur. Eisini verður henda góðkenning nýtt til at tryggja framgongd hjá alifyritøkunum í arbeiðinum við burðardyggari aling, tí at ASC góðkenningin er tann mest krevjandi innan aling.

ASC góðkenningin leggur dent á 8 meginreglur, ið snúgva seg um:

at verja umhvørvi

at varðveita lívfrøðiliga margfeldni

at tryggja góða fiskaheilsu

at tryggja skynsama nýtslu av heilivági og kemikalium

at nýta burðardygt fóður

at tryggja góð viðurskifti hjá starvsfólkunum

at taka atlit til nærumhvørvi

at tryggja skynsama smoltframleiðslu

Aliøkið á A25 Gøtuvík var fyrsta føroyska aliøkið, ið fekk altjóða ASC góðkenning í 2015. Tá viðmerkti Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, at "tað er avgerandi fyri kappingarføri hjá Bakkafrost, at vit arbeiða eftir teimum strangastu altjóða standardunum og at vit altíð seta okkum nýggj og avbjóðandi mál. ASC er ein sera umfatandi og avbjóðandi altjóða góðkenning, ið setur sera hørð krøv til, hvussu vit arbeiða og at okkara mannagongdir eru skipaðar soleiðis at okkara framleiðsla er burðardygg."

Aliøkið á A06 Gulin fekk ASC góðkenning í 2016 og málið er, at øll aliøki hjá Bakkafrost hava ASC góðkenning í 2020.

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01