FÖRKA – GRØNARI FØROYAR

FÖRKA – GRØNARI FØROYAR

18.02.2019

Bakkafrost legði í fjør ætlanirnar fram um at byggja eitt biogassverk. Hendan verkætlan er nú væl ávegis, og avtala er undirskrivað við veitara um bygging av biogassvirki, samstundis sum Fróði Mortensen er settur í starv sum rakstrarleiðari. Eisini hevur verið arbeitt við at menna samleika felagsins, og varð hettar nú endaliga avdúkað. Biogassvirksemi kemur frameftir at eita FÖRKA og vera ein part av Bakkafrost samtakinum.

FÖRKA fer eftir ætlan at standa klárt fyrsta ársfjórðing í 2020, og árliga skal tað kunna taka ímóti umleið 100.000 tonsum av lívfrøðiligum skarnið frá smoltstøðum felagsins og bøndrum runt Føroyar. At byrja við verður miðað ímóti at framleiða hita til 400 heim og ravmagn til 1.900 hús. Afturat hesum verða eisini framleidd umleið 40.000 tons av hágóðskunáttúrutøðum, ið skulu kunna brúkast at taða við. Hetta fer at spara umhvørvi fyri 11.000 tons av CO₂ árliga. Sostatt er FÖRKA við til at skapa einar burðardyggari og grønari Føroyar.

Um nýggja navnið og búmerkið

Navnið FÖRKA er ein samanseting av FÖ (Føroyar) og Orka, og lýsir við sameinda búmerkinum at fyritøkan hevur til endamál at stuðla føroyska samfelagnum at flyta seg móti einum grønari Føroyum. Búmerkið hevur harumframt til endamál at vísa á, at FÖRKA er eitt burðardygt virkið, ið arbeiðir við endurnýtslu til frama fyri bæði sjógv, land og luft. 

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01