A-12 Kunoyarnes ASC

15.03.2018

Aliøkið A-12 á Kunoyarnesi hevur fingið ASC góðkenning (Aquaculture Stewardship Council).

ASC góðkenningin leggur dent á 8 meginreglur, ið snúgva seg um:

at verja umhvørvi

at varðveita lívfrøðiliga margfeldni

at tryggja góða fiskaheilsu

at tryggja skynsama nýtslu av heilivági og kemikalium

at nýta burðardygt fóður

at tryggja góð viðurskifti hjá starvsfólkunum

at taka atlit til nærumhvørvi

at tryggja skynsama smoltframleiðslu

Altjóða standardir sum t.d. ASC eru umfatandi og avbjóðandi góðkenningar. Hesar góðkenningar eru samstundis ein trygd hjá kundunum, at vit sum felag seta okkum høg mál fyri, hvussu vit arbeiða og at okkara mannagongdir eru skipaðar soleiðis at framleiðslan hjá okkum er burðardygg. Tað er tí avgerandi fyri kappingarføri hjá Bakkafrost, at vit arbeiða eftir teimum strangastu altjóða standardunum og at vit altíð seta okkum nýggj og avbjóðandi mál.

Tað eru serliga supermarket kundar, ið eftirspyrja ASC góðkendan laks. Laksur við hesi góðkenning fær ein hægri marknaðarprís enn annar laksur og prísurin á portiónum, ið eru framleiddar úr laksi frá ASC góðkendum økjum hevur verið væl betri enn prísurin á øðrum portiónum hjá okkum.

Aliøkið á A-25 Gøtuvík var fyrsta føroyska aliøkið, ið fekk altjóða ASC góðkenning í 2015 og aliøkið A-06 á Gulanum fekk ASC góðkenning í 2016. Síðani tá hava A-71 Funningsfjørður, A-57 Fuglafjørður og nú aliøkið A-12 Kunoyarnes.

Málið er, at øll aliøki hjá Bakkafrost hava ASC góðkenning í 2020.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01