Bakkafrost tilnevnt til tvær virðislønir innan burðardygd

Bakkafrost tilnevnt til tvær virðislønir innan burðardygd

02.02.2021

Bakkafrost er millum finalistarnar í tveimum av bólkunum til edie Sustainability Leaders Awards 2021. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, er tilnevndur í bólkinum “Business Leader of the Year”, og Bakkafrost er tilnevnt í bólkinum “Circular Economy Innovation of the Year” við biogasverkinum FØRKA.

-Hetta er ein viðurkenning av tí menning, sum er farin fram hjá Bakkafrost innan burðardygd seinastu árini, og hetta er samstundis ein vitnisburður um tað framskygnið, sum leiðslubólkurin hevur víst við at seta sum mál, at Bakkafrost skal vera á odda í vinnuni innan burðardygd, sigur Tordis Poulsen, leiðari fyri burðardygd á Bakkafrost.

Vinnararnir av edie Sustainability Leaders Awards verða funnir mikudagin 3. februar.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01