Bakkafrost laksur uppaftur sunnari við reinsaðum lýsi

09.06.2015

Virðisketan hjá Bakkafrost fevnir helt frá framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og alifóðri. Hetta gevur Bakkafrost serstakar førleikar og møguleikar.

Bakkafrost kunngjørdi í november at allur laksurin hjá samtakinum fer at verða framleiddur við lýsi, ið er reinsað fyri umhvørvislig dálkingarevni, so sum PCB og Dioxin.

Av tí at PCB og Dioxin eru tilstaðar í natúruni kunnu hesi evni eisini finnast í nógvum matvørum.  Myndugleikarnir hava sett hámørk fyri hvussu nógv av hesum evnum matvørur kunnu innihalda. Royndir sum Heilsufrøðiliga Starvsstova javnan ger vísa at føroyskur laksur inniheldur sera lítið av hesum evnum í mun til ásettu hámørkini. Bakkafrost heldur tó at við at reinsa lýsið kann Bakkafrost styrkja enn meira um sína støðu á marknaðinum.

Bakkafrost er byrja við at fóðra við reinsaðum lýsi. Fyrsti laksur, ið hevur fingið reinsað lýsi verður á marknaðinum um eitt gott ár.

Bakkafrost brúkar onki antibiotika og brúkar bara Non GMO fóður. Laksurin hjá Bakkafrost er ríkur í Omega 3 feitti og við at reinsa lýsið, vil laksurin verða meiri heilsugóður.

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01