Bakkafrost vunnið Vinnuátakið 2019 fyri nýggja biogassverkið FÖRKA

Bakkafrost vunnið Vinnuátakið 2019 fyri nýggja biogassverkið FÖRKA

27.09.2019

Fríggjadagin 27. september vann Bakkafrost Vinnuátakið 2019 fyri at taka stig til at byggja fyrsta biogassverkið í landinum - FÖRKA P/F.

Dómsnevndin, tilnevnd av Føroya Arbeiðsgevarafelag, innstillaði FÖRKA P/F til heiðurslønina, sum viðurkenning fyri stóru umhvørvisligu, sosialu og búskaparligu ávirkanina, sum átakið fer at hava í Føroyum.

Nýggja biogassverkið er størsta íløga, sum Bakkafrost higartil hevur gjørt í munadyggar endurnýtsluloysnir; Bakkafrost vil brúka slam frá egnum virksemi og tøð frá mjólkarbøndum til at framleiða orku og tøð (sum hevur til endamáls at minka um neiligu ávirkanina frá landbúnaðinum til havumhvørvið).

Verkið fer at hava framleiðsluorku til at viðgera upp til 90-100.000 tons árliga av tilfari frá aling og bøndum, og hetta fer at geva hita til 10% og el til 2% av føroysku húskunum (útfrá núverandi metingum um tilfeingi). Hetta er ætlað at spara 11.000 tons av CO2 útláti, grundað á samsvarandi útskifting av fossilum brennievnum árliga.

Dómsnevndin viðurkendi strembanina hjá Bakkafrost eftir at koma við nýhugsandi og burðardyggum loysnum í mun til vaksandi globala trupulleikan við burturkasti, sum er ein avbjóðing fyri vaksandi íbúgvaratalið í heiminum.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur: “Vit eru sera glað fyri at hava fingið hesa heiðursløn. Orðið FÖRKA merkir at “flyta” ella “broyta” og hetta er mín visión fyri Bakkafrost – at halda á fram við at laga okkara virksemi til broytandi umstøðurnar fyri eina burðardygga framtíð. Hetta er eitt av lyftunum í  ætlan okkara um burðardygd “Sunt Lív““.

Dómsnevndin ynskir Bakkafrost til lukku við Vinnuátakinum, sum fer at flyta Føroyar eitt fet tann rætta vegin.

Biogassverkið byrjan væntandi raksturin tíðliga í 2020.

 

 

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01