Bakkafrost hevur gjørt avtalu við Articon um útbygging av smoltstøðum

09.06.2015

Sum partur av stóru íløguætlanini hjá Bakkafrost ger felagið munandi útbyggingar av smoltframleiðsluni.

Avtalan við Articon er í fleiri stigum. Fyrsta byggistig umfatar eina útbygging av smoltstøðini á Viðareiði, sum skal verða liðug innan eitt ár, og fer at fýrafalda smoltframleiðsluna á Viðareiði.

Smoltstøðin verður bygd eftir nýggjastu tøkni og hevur við sær, at Bakkafrost kann økja munandi um støddina á smoltinum, tá ið tey verða sett á sjógv. Hetta hevur við sær, at laksurin verður styttri tíð í sjónum, og tað minkar um váðan fyri lús og sjúku.

Avtalan við Articon umfatar eisini aðrar útbyggingar av smoltframleiðsluni hjá Bakkafrost í 2016 og 2017.

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01