Vitjan av amerikonsku sendikvinnuni, Carla Sands

Vitjan av amerikonsku sendikvinnuni, Carla Sands

24.08.2018

Mánadagin 20. august hevði Bakkafrost vitjan av amerikonsku sendikvinnuni í Keypmannahavn, Carla Sands, saman við fylgi. Fylgið fekk ein rundtúr á virkinum, áðrenn ein framløga um Bakkafrost var hildin. Carla Sands vísti stóran áhuga, og var fegin um samhandilin Bakkafrost hevur við USA. Serliga fegin var sendikvinnan um at Bakkafrost er farið undir virksemi í USA. Bakkafrost hevur seinastu árini ment søluna til USA, og við keypinum av North Landing er ætlanin at hendan sølan skal økjast enn meira.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01