Aðalfundur í Bakkafrost

12.06.2015

Bakkafrost hevði aðalfund á Glyvrum í dag. Roknskapur felagsins fyri 2014 varð góðkendur. Úrslitið var 899 milliónir krónur fyri skatt. Skattur var 252 milliónir krónur, og sostatt gjørdist úrslitið eftir skatt 647 milliónir krónur.

Í frágreiðingini á aðalfundinum segði nevndarformaðurin Rúni M. Hansen m.a.:

„Bakkafrost er ein av mest vertikalt integreraðu alifyritøkunum. At hava fult ræði á virðisketuni frá rávøru, tilgongd til fiskalýsi, fiskamjøl og fiskafóður til virðisøkta framleiðslu, er alneyðugt fyri støðuna hjá Bakkafrost sum framleiðari av hágóðsku. Sjálv støddin á samtakinum og mongu krossvegirnir við fleiri partar av samfelagnum ger Bakkafrost til ein týðandi leikara í føroysku vinnuni. Mál okkara er at liva upp til hesa ábyrgd bæði mótvegis samfelagnum og okkara partaeigarum.

Íløgur verða gjørdar stigvíst í øll lið í virðisketuni. Høvuðsendamálið við íløgunum er at minka um lívfrøðisliga váðan, at betra um kappingarførið og økja framleiðsluorkuna.

5-ára íløguætlanin frá juli 2013 varð hækkað við 470 milliónum krónum í august 2014 til eina samlaða upphædd á 1,5 milliard krónur. Sáttmálar eru undirskrivaðir við bæði útlendskar og føroyskar veitarar. Tað gleðir okkum at síggja, at føroysku veitararnir eru kapp­ingar­førir bæði í góðsku og prísi.

Við útbyggingunum tryggja vit, at føroyskur laksur framhaldandi verður virðisøktur í Føroyum og ikki uttanlands. Hetta er eisini tengt at, at vinnuligu karmarnir framvegis verða kapingarførir.

Alivinnan – og tessvegna Bakkafrost – er bundin av góðum og støðugum reglugerðum frá myndug­leikunum. Lívfrøðiligi lógarpakkin frá 2003 er gott dømi um positivu ávirkanina, sum lógir og reglugerðir kunnu hava á vinnuna, tá ið politikarar, myndugleikar og vinnan í felag seta eina burðardygga aliskipan í verk.

Síðan 2011 hevur føroyska alivinnan havt ein loyvisskatt á 2,5%, sum varð ásettur fyri eitt ár í senn. Í 2014 varð skatturin ásettur við lóg sum varandi loyvisskattur á 4,5% av skattligu inntøkuni av aling umframt 0,5% av umsetninginum av alingini.

Tað er alneyðugt fyri vinnuna at hava gjøgnumskygdar langtíðar karmar fyri at kunna taka langtíðar avgerðir og reka vinnuna á skilabesta hátt. Kappingarførið hjá felagnum er tengt at førleikanum hjá myndugleikunum at skapa vinnuni eitt gott vinnuligt umhvørvi. Alivinnan er í altjóða kapping. Kappingarførið hjá føroyskum feløgum eigur ikki vera verri enn í øðrum londum við alivinnu.

Samlaði skatturin fyri 2014 er 252 milliónir krónur. Umframt hetta rindar Bakkafrost óbeinleiðis skattir, og partaeigarar gjalda skatt av útgoldnum vinningsbýti. Metti skatturin av vinningsbýti fyri 2014 verður 80-90 milliónir krónur.

Bakkafrost kýtir seg fyri at vera ein alifyritøka við dyggum tamarhaldi á kostnaðinum. Hetta sæst aftur í okkara fíggjarætlan og áhaldandi arbeiði at bøta um mannagongdir og framleiðsluhættir. Starvsfólkini spæla ein týðandi leiklut í at náa hesum máli. Bakkafrost hevur meir enn 1.000 fólk í starvi, og 264 milliónir krónur vórðu útgoldnar í lønum í 2014.

Til tess at hava áhaldandi vøkstur og skapa arbeiði krevjast íløgur, til íløgur er neyðugt við íleggjarum og til íleggjarar krevst vinningsbýti. Vinningsbýtispolitikkurin hjá Bakkafrost er óbroyttur, og nevndin skjýtur upp, at fyri hvørt partabræv skulu 6 krónur, sum svarar til 293 milliónir krónur, gjaldast út sum vinningsbýti.

Fíggjarliga støðan hjá Bakkafrost er góð við eini sterkari fíggjarstøðu og tøkum rakstrarláni. Hetta og eitt sunt virksemi ger Bakkafrost ført fyri at møta framtíðar avbjóðingum og at afturbera partaeigarunum og samfelagnum virði.

Nevndin er nøgd við fíggjarliga úrslitið hjá samtakinum í ár og nýtir høvið at takka starvsfólkunum fyri avrikið í 2014."

Nevndin hevur avgjørt at lata starvsfólkunum, ein eyka ágóða í partabrøvum, svarandi til 2% av vunnu A-inntøkuni í 2014.

 Á aðalfundinum stóðu nevndarlimirnir Annika Frederiksberg og Øystein Sandvik fyri vali, og bæði vóru afturvald eftir tilmæli frá valnevndini. Rúni M. Hansen heldur fram sum nevndarformaður.

 Eyðun Rasmussen og Ola Wessel-Aas vórðu afturvaldir í valnevndina hjá felagnum. Grannskoðari felagsins P/f Januar, løggilt grannskoðanarvirki, heldur fram sum grannskoðari.

 

Partaeigarar, sum eiga 40% av felagnum, møttu á aðalfundinum, sum var opin fyri tíðindafólki.

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01