2018 Q1: Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 268 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í 2018

07.05.2018

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 268 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í 2018 í mun til 335 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Tøkan fyrsta ársfjórðing var 12.200 tons, sum er nakað minni enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið tøkan var 13.200 tons.

2018 Q1 framløga: 

2018 Q1 frágreiðing: 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

„Bakkafrost hevur tikið fisk í fyrsta ársfjórðingi í 2018 frá aliøkjum, sum hava havt eina verri gongd og hægri framleiðslukostnað enn undanfarna ársfjórðing. Laksaprísurin hevur tó verið hækkandi ígjøgnum ársfjórðingin, og vit hava sæð lutfalsliga stóra príshækking í tíðarskeiðinum. Bakkafrost hevur ikki somu nøgd av avtalum við kundar um liðugvørur, sum fyri einum ári síðan, og tí gjørdist framleiðslan av liðugvørum eisini minni enn í fjør. Havsbrún hevur havt eitt gott úrslit í hesum ársfjórðingi.“

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 228 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi 2018 samanborið við 373 milliónir krónur fyrsta ársfjórðingi í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 12 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2018 var 86 milliónir krónur samanborið við 45 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 13. apríl 2018, varð viðtikið, at 10,50 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta var eitt samlað vinningsbýti á 513 milliónir krónur.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 102 milliónir krónur við endan av fyrsta ársfjórðingi 2018 í mun til 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost hevði 1.380 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av fyrsta ársfjórðingi 2018, og solvensurin hjá Bakkafrost var 69%.

Bakkafrost gjørdi í januar 2018 avtalu við Nordea um endurfígging av 850 mió kr. bankaláninum og 500 mió kr. virðisbrævaláninum – sum varð afturgoldið 14. februar 2018 – við einum nýggjum fimm ára láni á 200 mió evrur. Nýggja lánsavtalan kann økjast við 200 milliónum evrum afturat í hesum fimm ára skeiði.

 

ÚTLIT

Marknaðurin

Laksaprísurin var umleið 6 norskar krónur lægri í fyrsta ársfjórðingi 2018 samanborið við fyrsta ársfjórðing 2017. Prísgongdin var tó uppgangandi í fyrsta ársfjórðingi 2018 í mun til fallandi í fyrsta ársfjórðingi 2017. Móti ársenda 2017 fall laksaprísurin munandi, og eftirspurningurin eftir laksi øktist. Hetta, saman við avmarkaðum útboði, viðførdi positiva prísgongd í fyrsta ársfjórðingi 2018.

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 10% í fyrsta ársfjórðingi 2018 í mun til fyrsta ársfjórðing 2017. Væntað verður, at Norra og Kili fara at økja sína tøku av laksi í 2018 í mun til 2017, og at samlaða tøkan av laksi í 2018 fer at økjast við áleið 4%. Vøksturin í tøkunøgdum verður væntandi áleið 2% restina av árinum.

Aling

Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2018 er 51.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2018 verður væntandi um 13,9 milliónir smolt samanborið við 9,9 milliónir smolt í 2017 og 11,7 milliónir smolt í 2016.

Liðugvørur

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 13% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri 2018. Sáttmálastøðan er nærum óbroytt í fyrsta ársfjórðingi 2018.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2018 hjá ICES av svartkjafti er 1.388 túsund tons samanborið við 1.342 túsund tons fyri 2017. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru góð.

Nýggja laksamjøl- og -lýsiframleiðslan á Havsbrún byrjar eftir ætlan í 2. ársfjórðingi 2018, og full framleiðsla verður væntandi í seinna hálvári 2018. Hendan framleiðsla fer at virðisøkja slógv og avskurð frá kryvji- og góðskingarvirkinum á Glyvrum.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 85.000 tons í 2018.

Íløgur

Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur.

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at fremja burðardyggan vøkstur, økja um smidleikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so fram-tíðar tørvir hjá kundunum verða nøktaðir.

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og nýggja avtalan um fígging frá banka, sum varð undirskrivað í fyrsta ársfjórðingi 2018, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

 

Samband:

Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)

Gunnar Nielsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)

 

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum, í Kollafirði og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01