Q3 2015 - Bakkafrost hevði 212 milliónir krónur í úrsliti áðrenn skatt í triðja ársfjórðingi

03.11.2015

Úrslitið hjá Bakkafrost í triðja ársfjórðingi 2015 áðrenn skatt var 212 milliónir krónur samanborið við 255 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi í fjør. Úrslitið eftir skatt var 168 milliónir krónur samanborið við 211 milliónir í fjør. Bakkafrost tók 13 túsund tons av laksi í triðja ársfjórðingi 2015.

 Q3 - 2015 - Presentation.pdf

 Q3 - 2015 - Condenced Interim Consolidated Accounts.pdf

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

Úrslitið er heldur lakari í hesum ársfjórðinginum í høvuðsheitum orsakað av hægri kostnaði. Hóast hetta, góvu allar deildirnar hjá felagnum avlop. Tá ið nýggja brunnskipið „Hans á Bakka” kom til Føroya í triðja ársfjórðingi, tók Bakkafrost eitt týðandi stig í strategiini hjá felagnum at lækka lívfrøðiliga váðan og menna virksemið. Marknaðarútlitini fyri komandi ár eru góð, ongin vøkstur í útboðnum væntast á heimsmarknaðinum, samstundis sum økjandi eftirspurningur er á øllum teim stóru marknaðunum.

Bakkafrost setti 2,8 milliónir smolt út í triðja ársfjórðingi 2015, sum er í samsvari við útsetingarætlan­ina hjá felagnum.

Rávørukeypið hjá Havsbrún fyrstu níggju mánaðirnar í ár minnir nógv um rávørukeypið somu mánað­irnar í fjør. Havsbrún tók ímóti 10 túsund tonsum av rávøru í triðja ársfjórðingi 2015, og rávørukeypið hjá Havsbrún fyrstu níggju mánaðirnar 2015 var 171 túsund tons.

Nýggja brunnskipið „Hans á Bakka“kann føra 450 tons av livandi fiski og er útgjørt við nýggjastu tøkni og serstakari útgerð at loysa uppgávur, t.d. avlúsing. Íløgan í „Hans á Bakka“ økir flutningsorkuna og minkar lívfrøðiliga váðan. Eftir at skipið kom til Føroyar, er seinasta hond løgd á uppseting av útgerð og royndarkoyringar.

Tann 30. september 2015 var nettoskuldin hjá Bakkafrost 182 milliónir krónur í mun til 233 milliónir krónur við ársenda 2014. Bakkafrost hevði ótroyttar kredittir á 802 milliónir krónur við endan av triðja ársfjórðingi 2015, og solvensurin var 63%.

 

ÚTLIT

Marknaðurin

Eftirspurningurin eftir laksi hevur verið vaksandi seinastu árini orsakað av høga vøkstrinum á nýggjum marknaðum og støðugum vøkstri á siðbundnu marknaðunum. Vøksturin í útboðnum av aldum laksi á altjóða marknaðinum verður væntandi áleið 4% í 2015 og 0% í 2016 í mun til árið frammanundan. Orsøkin til avmarkaða vøksturin er, at nógvir laksaframleiðarar eru um at røkka fulla nýtslu av verandi fram­leiðsluorku.

 

Aling

Bakkafrost væntar at taka 50.000 tons av laksi í 2015. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2015 verður væntandi um 10,4 milliónir smolt. Tøkumeting og útseting av smolti er altíð tengd at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi við at tryggja eina burðardygga alivinnu.

Í 2016 væntar Bakkafrost at taka 48.000 tons av laksi, og útsetingin av smolti í 2016 verður ætlandi 10,5 milliónir smolt.

 

Liðugvørur

Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av aliframleiðsluni verður selt sum liðugvøra til fastar prísir. Søluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur avtalað umleið 78% av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini fyri restina av 2015.

 

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluni av mjøli og lýsi eru tengd av rávørumongdini, sum er tøk. Kvotur­nar fyri svartkjaft í Norðuratlantshavi verða væntandi lækkaðar, og tí metir Bakkafrost, at tað er sannlíkt, at framleiðslan av mjøli og lýsi í 2016 lækkar frá lutfalsliga stórari nøgd í 2015.

Størsti marknaðurin fyri laksafóður hjá Havsbrún er heimamarknaðurin, íroknað fóðurnýtslan hjá Bakkafrost.

Mett verður, at samlaða sølan av laksafóðri verður 79.000 tons í 2015. Treytað av fóðurkeypi hjá kundum uttanhýsis verður mett, at samlaða sølan av laksafóðri í 2016 verður 80.000 tons.

 

Íløgur

Langtíðar íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið 2014-2017 er 1.370 milliónir krónur, harav væntast íløgur fyri umleið 550 milliónir krónur í 2015. Ætlanin hevur sum endamál at tryggja framhaldandi besta kappingarføri, lívfrøðiligan vøkstur, økja smidleikan í fram­leiðsluni og minka lívfrøðiliga váðan.

 

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá felagnum. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

 

Samband:

Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)

Gunnar Nielsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)

 

 

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksa­aling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði, meðan alivirksemið er kring oyggjarnar á 14 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, á Strondum og í Kollafirði, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskriv­stova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið um 700 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01