Q1 2015 - Øll trý virkisøkini gott rakstrarúrslit

08.06.2015

 Q1 - 2015 - Presentation.pdf

 Q1 - 2015 - Report.pdf

Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit á 235 milliónir krónur fyrsta árfjórð­ing 2015. Samanborið við rakstrarúrslitið fyrsta árfjórðing 2014 er hetta ein hækking á 27%, tá ið rakstrarúrslitið var 186 milliónir krónur. Úrslit eftir skatt var 132 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing 2015.

Rakstrarúrslitið hjá alideildini var 195 milliónir krónur fyrst ársfjórðing 2015. Liðugvøruframleiðslan, hevði eitt rakstrarúrslit á 22 milliónir krónur. Framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevði eitt rakstrarúrslit á 55 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing 2015.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

„Vit fegnast um góða úrslitið fyrsta ársfjórðing 2015 og positivu gongdina á øllum trimum virkisøkjun­um, sum øll høvdu eitt gott rakstrarúrslit. Bakkafrost byrjaði at framleiða laksafóður við reinsaðum lýsi, og fyrsta aliøkið fekk ASC góðkenning í fyrsta ársfjórðingi. Bæði hesi átøk vísa, at Bakkafrost áhaldandi arbeiðir við at menna sítt virksemi. Bakkafrost er í løtuni í gongd við stórar útbyggingar, sum eru komnar væl áleiðis. Nýggi brunnbáturin „Hans á Bakka” verður væntandi latin Bakkafrost í juni mánaði og verður væntandi í Føroyum tvær vikur seinni. Stóra útbyggingin á Glyvrum gongur eftir ætlan, og bygningarnir byrja at taka skap."

Tøkan av laksi fyrsta ársfjórðing 2015 var 9.726 tons, sum er ein øking á 5% samborið við sama ársfjórðing í 2014, tá ið tøkan var 9.269 tons. Av hesum var framleiðslan av góðskaðum vørum 4.525 tons. Bakkafrost setti 2,2 milliónir smolt út í fyrsta ársfjórðingi 2015, sum er í samsvari við útsetingarætlan­ina hjá felagnum.

Fiskiskapurin eftir pelagiskum fiskasløgum kring Føroyar hevur roynst væl higartil í ár. Havsbrún í Fugla­firði hevur tikið ímóti góðum 75 túsund tonsum av rávøru fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2015.

Tann 31. mars 2015 var nettoskuldin hjá Bakkafrost 227 milliónir krónur í mun til 233 milliónir krónur við ársenda 2014. Bakkafrost hevði ótroyttar kredittir á 971 milliónir krónur við endan av fyrsta árs­fjórðingi 2015, og solvensurin var 61%.

 

ÚTLIT

Marknaðurin

Eftirspurningurin eftir laksi hevur verið vaksandi seinastu árini orsaka av høga vøkstrinum á nýggjum marknaðum og støðugum vøkstri á siðbundnu marknaðunum. Søguliga tykist laksamarknaðurin at vera í javnvág við einum árligum útboðsvøkstri á umleið 9%. Vøksturin av altjóða útboðnum av aldum laksi verður væntandi áleið 5% í 2015 og 2-4% í 2016 í mun til árið frammanundan. Orsøkin til avmarkaða vøksturin er, at nógvir laksaframleiðarar eru um at røkka fulla nýtslu av verandi framleiðsluorku.

 

Aling

Bakkafrost væntar at taka 49.000 – 51.000 tons av laksi í 2015. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost verður væntandi um 10,4 milliónir smolt. Tøkumeting og útseting av smolti er altíð tengd at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi við at tryggja eina burðardygga alivinnu.


Liðugvørur

Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av aliframleiðsluni verður selt sum liðugvøra til fastar prísir. Søluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur avtalað umleið 80% av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini fyri restina av 2015.

 

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluni av mjøli og lýsi eru batnað, sum tøka rávøran til framleiðsluna er økt. Kvotur­nar fyri svartkjaft í Norðuratlantshavi eru øktar, og tí metir Bakkafrost, at útlitini eru góð fyri, at neyðuga rávøran til framleiðsluna av hágóðsku laksafóðri er tøk.

Mett verður, at samlaða sølan av laksafóðri verður 83.000 – 87.000 tons í 2015. Mongdin er treytað av, hvussu stór sølan verður til aðrar alarar.


Íløgur

Upprunaliga íløguætlanin hjá Bakkafrost frá juli 2013 varð dagførd í august 2014. Endamálið við íløgu­ætlanini er at tryggja framhaldandi besta kappingarføri, lívfrøðiligan vøkstur, økja effektivitetin í fram­leiðsluni og minka lívfrøðiliga váðan. Íløguætlanin fyri tíðarskeiðið 2014-2017 er 1.370 milliónir krónur, harav væntast íløgur fyri umleið 550 milliónir krónur í 2015.

 

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møgu­leikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

 

Samband:

Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)

Gunnar Nielsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)

 


Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksa­aling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fugla­firði, meðan alivirksemið er kring oyggjarnar á 14 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík og á Kolla­firði, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 700 fulltíðarstarvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01