Leiðslufólk

Andrias Petersen
Samtaksstjóri Harvest

Andrias Petersen (føddur í 1973) hevur BSc í Chemical Engineering frá tekniska universitetinum í Danmark (2001) og hevur síðan tá tikið skeið í fyrisitingar-, verkætlanar- og góðskingarleiðslu. Andrias Petersen hevur arbeitt hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá 2002-2008 sum eftirlitsfólk, góðskuleiðari og leiðari fyri fiskaheilsudeildina, har hann fekk hollar royndir og kunnleika um føroysku alivinnuna. Andrias Petersen hevur verið virkisleiðari hjá fyrrverandi Vestsalmon síðan 2008, og síðan Vestlax samtakið legði saman við Bakkafrost samtakinum, hevur Andrias Petersen verið leiðari fyri tøku og kryvjing.

Lat upp Lat aftur
Deildarleiðari - Góðskudeild
Samtaksstjóri - QESH

Anna Johansen (fødd í 1974) er cand.scient í lívfrøði frá fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn, Danmark (2002). Frá 2003–2007 starvaðist Anna Johansen á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum eftirlitsfólk innan umhvørvi og sum verkætlanarleiðari. Anna Johansen hevur verið góðskuleiðari hjá P/F Vestlax og P/F Vestsalmon síðan 2007 til samanleggingina við Bakkafrost; tá ið hon byrjaði sum góðskuleiðari í samtakinum.

Lat upp Lat aftur
Hartvig Joensen
Deildarleiðari - Mjøl- og lýsideildin

Hartvig Joensen (føddur í 1967) hevur verið leiðari á deildini fyri fiskamjøl og -lýsi hjá Havsbrún síðan 2005. Hartvig Joensen tók prógv sum tekniskur assistentur frá Copenhagen University College of Engineering í 1995 og hevur próvbræv í leiðslu frá Føroya Handilsskúla í 2005.

Lat upp Lat aftur
Heini Kristiansen
Samtaksstjóri HR

Heini Kristiansen (føddur 1986) varð settur í starv sum HR leiðari hjá Bakkafrost í november 2018. Hann hevur prógv sum Bsc in International Business and Politics og cand.merc.HRM frá Copenhagen Business School. Heini Kristiansen starvaðist sum HR leiðari hjá Smyril Line og hevur eisini royndir úr fakfelagsheiminum í Danmark.

Lat upp Lat aftur
Jón Purkhús
Deildarleiðari - Sjógvaling Norðurøkið

Jón Purkhús (føddur í 1958) hevur verið alileiðari á Bakkafrost síðan 2006. Jón Purkhús hevur drúgvar royndir í laksaalivinnuni við tað, at hann stovnaði og hevur verið leiðari fyri Bakkafrost Farming North síðan 1985.

Lat upp Lat aftur
Kári Egholm Jacobsen
Samtaksstjóri VAP

Kári Jacobsen (føddur í 1963) hevur verið leiðari fyri VAP-framleiðslu og virðisøking síðan 2008. Hann hevur prógv frá Statens Fagskole for Fiskeindustri, Vardø (1982/1983). Kári Jacobsen var virkisleiðari á Tavuni frá 1984 til 1994 og aftur frá 1999 til 2008. Kári Jacobsen var virkisleiðari hjá United Seafood frá 1994 til 1998.

Lat upp Lat aftur
Kári Kallsberg
Innkeypsleiðari

Kári Kallsberg (føddur 1973) varð settur í starv sum innkeypsleiðari í 2016. Hann byrjaði í starvi sum controllari hjá Bakkafrost í 2008. Kári Kallsberg er útbúgvin bókhaldari á grannskoðaravirkinum Januar. Hann hevur eisini verið stjóri í felagnum P/f Kneysur.

Lat upp Lat aftur
Kristian Eli Zachariassen
KT Leiðari

Kristian Eli Zachariassen (føddur 1974) hevur verið KT-leiðari á Bakkafrost síðan 2014. Kristian Eli Zachariassen tók prógv sum datamatikari á Tietgen skúlanum í Odense í 1999 og hevur eftirfylgjandi tikið útbúgving sum KT Verkfrøðingur á Universitetinum í Liverpool í 2012. Kristian Eli Zachariassen starvaðist hjá Føroya Tele frá 2000-2014.

Lat upp Lat aftur
Oddvald Olsen
Deildarleiðari - Sjógvaling Vesturøkið

Oddvald Olsen (føddur í 1964) hevur verið alileiðari á Bakkafrost Farming (vesturøkið) síðan 2011. Oddvald Olsen hevur drúgvar royndir innan laksaalivinnuna, har hann byrjaði í 1985.

Lat upp Lat aftur
Poul Andrias Jacobsen (Addi)
Marknaðarleiðari

Poul Andrias Jacobsen (føddur í 1976) hevur verið leiðari á marknaðardeildini hjá Bakkafrost síðan 2015. Poul Andrias Jacobsen tók prógv sum Cand.merc í marknaðarførslu á Aalborg Universitet í 2002. Frá 2006 – 2015 starvaðist Poul Andrias Jacobsen sum stjóri á Aluplast P/F.

Lat upp Lat aftur
Rúni Olsen
Deildarleiðari landaling

Rúni Olsen (føddur í 1967) varð settur sum leiðari fyri aling á landi á Bakkafrost tann 1. februar 2018. Rúni Olsen hevur prógv sum skipsførari frá Føroya Sjómansskúla í Tórshavn, og frá 1996 til 2009 starvaðist hann í leiðandi størvum í altjóða sigling. Frá 2009 røkti Rúni Olsen starvið sum maritimur stjóri hjá Smyril Line.

Lat upp Lat aftur
Rúni Weihe
Deildarleiðari Fóðurdeildin

Rúni Weihe (føddur í 1980) hevur MSc í fiskivinnu frá fróðskaparsetrinum í Tromsø, Noreg (2008). Frá 2001-2003 arbeiddi Rúni Weihe sum alari hjá Vestlax. Í 2008 bleiv Rúni Weihe granskingar- og menningarleiðari á fóðurdeildini hjá Havsbrún. Hann varð útnevndur sum deildarleiðari í 2014 og hevur nú bæði leiðarastørvini.

Lat upp Lat aftur
Símun P. Jacobsen
Sølustjóri

Símun P. Jacobsen (føddur í 1963) varð útnevndur sølustjóri fyri Bakkafrost samtakið í 2012. Símun P. Jacobsen hevur prógv í Business Administration og Accounting (HD-R) frá Handelshøjskolen Syd í Danmark. Símun P. Jacobsen hevur drúgvar royndir innan sølu og leiðslu bæði innan fiskivinnuna og við laksavørum til evropeisku handilsketurnar. Símun P. Jacobsen var sølustjóri hjá United Seafood frá 1998 og hjá Faroe Seafood frá 2005.

Lat upp Lat aftur
Sverri Kjærbæk
Rakstrarleiðari/DPA

Sverri Kjærbæk (føddur í 1964) varð settur sum rakstrarleiðari á Bakkafrost í september 2016. Sverri Kjærbæk hevur prógv sum skipsførari frá Føroya Sjómans-skúla í Tórshavn, og frá 1989 til 2007 var hann skipsførari hjá Mærsk Line. Frá 2007 hevur Sverri Kjærbæk verið skipsførari á ferðamannaskipum og skipum í frálandavinnuni.

Lat upp Lat aftur
Sámal Sivertsen
Trygdarleiðari

Sámal Sivertsen (føddur í 1979) varð settur sum Trygdarleiðari á Bakkafrost í November 2019. Sámal Sivertsen hevur prógv sum skipsførari frá Vinnuháskúlanum í Tórshavn. Harumfamt hevur hann eina Executive MBA innan Shipping og logistikk frá Copenhagen Business School. Sámal Sivertsen hevur siglt sum yvirmaður við Maersk Supply Service og Bourbon Offshore í Norra. Frá 2008 og inntil 2019 starvaðist hann hjá Skansi Offshore í leiðandi leikluti sum COO og DPA.

Lat upp Lat aftur
Tordis Poulsen
Leiðari Burðardygd

Tordis Poulsen (fødd 1973) er útbúgvin matvøruverkfrøðingur (2007) og hevur síðani tá tikið skeið í t.d. leiðslu. Áðrenn Tordis Poulsen í 2020 byrjaði í starvi hjá Bakkafrost, hevur hon í 12 ár starvast hjá Unilever. Ígjøgnum starvsetan sína hjá Unilever hevur Tordis Poulsen havt fleiri leiðandi størv, og fingið nógvar royndir í eini altjóða fyritøku, sum er viðurkend fyri at seta dagsskránna innan burðardygd í alheims høpi. Seinasta starvið, hon hevði hjá Unilever, var sum leiðari fyri samskifti og burðardygd í norðurlondum.

Lat upp Lat aftur