Størv

Bakkafrost er millum 10 tey størstu laksaalifeløg í heiminum og fremsta laksaalifelag í Føroyum. Bakkafrost hevur í løtuni  á leið. 960 fulltíðar starvsfólk. Okkara høvuðsvinnuøki eru:

  • Framleiðsla av fiskamjøli, lýsi og fiskafóðri
  • Smoltaling
  • Sjógvaling
  • Tøka
  • Góðsking
  • Pakningsframleiðsla
  • Flutningssamskipan, søla og marknaðarførsla 
  • Høvuðssætis leiðslufunksjónir

Til tess at varðveita okkara leiðandi marknaðarstøðu, tørvar Bakkafrosti at skaffa sær evnagóð, áhugað og samvitskufull starvsfólk við ógviliga ymiskum bakstøði og gávum.

 

Opnar umsóknir:

Eru eingi leys størv, sum hóska tær, ert tú vælkomin at senda eina opna umsókn við tínum CV til: job@bakkafrost.com

Starvslæra
Les meira