Samtaksleiðsla

Regin Jacobsen
Forstjóri (CEO)

Føddur í 1966. Føroyingur. Regin Jacobsen hevur verið stjóri (CEO) á Bakkafrost síðan 1989.

Útbúgving:

Prógv í virkisleiðslu og roknskapi (HD-R), Aarhus School of Business.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur 4.615.963 partabrøv við árslok 2019. Broyting í virðisbrævaogn í 2019: +120.765 partabrøv.

Regin Jacobsen hevur drúgvar royndir frá laksavinnuni og fígging. Hann var fíggjarleiðari á Bakkafrost, áðrenn hann bleiv stjóri (CEO) á Bakkafrost.

Lat upp Lat aftur
Høgni Dahl Jakobsen
Fíggjarstjóri (CFO)

Føddur í 1972. Føroyingur. Høgni Dahl Jakobsen hevur verið fíggjarstjóri (CFO) á Bakkafrost síðan 2019.

Útbúgving:

Business Design, Henley Business School. MSc. í virkisleiðslu & KT-vísund (cand merc.dat), Copenhagen Business School.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur 140 partabrøv við árslok 2019. Broyting í virðisbrævaogn í 2019: +140 partabrøv.

Høgni Dahl Jakobsen hevur drúgvar royndir innan leiðsluráðgeving. Áðrenn hann kom til Bakkafrost var hann senior partnari í Quorum Consulting og hevur starvast sum leiðsluráðgevi hjá PA Consulting Group.

Lat upp Lat aftur
Odd Eliasen
Stjóri á Havsbrún

Føddur í 1965. Føroyingur. Odd Eliasen hevur verið stjóri á Havsbrún síðan 2012.

Útbúgving:

Læraraprógv frá Føroya Læraraskúla.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur 183.870 partabrøv við árslok 2019. Broyting í virðisbrævaogn í 2019: +10.804 partabrøv.

Odd Eliasen hevur drúgvar royndir frá alivinnuni og hevur verið virkin luttakari í arbeiðinum at endurskipa føroyska alivinnu. Hann hevur havt ábyrgdina av alivirkseminum hjá Havsbrún og hevur sitið í fleiri nevndum í vinnuni. Odd Eliasen hevur verið nevndarlimur í Bakkafrost frá 2006 til 2012.

Lat upp Lat aftur