Fiskamjøl og lýsi

Sum nakað serstakt virkar Bakkafrost sítt egna fiskamjøl og fiskalýsi, sum verður nýtt í laksafóðrinum hjá felagnum. Hetta gevur Bakkafrost fult tamarhald og fulla ábyrgd av øllum liðum í framleiðsluni. Fiskamjøl og lýsi verður framleitt á virkinum hjá Havsbrún í Fuglafirði, sum Bakkafrost keypti í 2011.



Alt fiskamjøl og lýsi, ið verður nýtt í hágóðsku fóðrinum hjá Bakkafrost verður framleitt á Havsbrún, ið er ein partur av Bakkafrost samtakinum. Rávøran, ið verður nýtt í framleiðsluni, kemur frá burðardyggari pelagiskari veiðu og frá avskurðum.

Alt byrjar við pelagiskum fiski, ið er veiddur burðardygt í Norðuratlantshavinum umframt avskurðir, ið fáast til vega frá lokalum virkjum. Stuttu flutningsteinarnir frá lokalum fiskimiðjum til framleiðsluvirki gevur lítið CO2-útlát samstundis sum at tað tryggjar, at fiskurin er feskur umframt besta sporføri.

Fiskurin og avskurðirnir verða umgjørd til fiskamjøl og lýsi. Fiskamjøl og lýsi verður nýtt innanhýsis til framleiðslu av alifóðri, og eisini verður selt til kundar kring heimin.

Meiri kunning fæst á www.havsbrun.fo.