Brunnbátar

Bakkafrost eigur 4 brunnbátar. Nýggjasti og størsti er Hans á Bakka ið varð bygdur í 2015. Hans á Bakka kann lasta 450 tons av livandi laksi.



Síðani eru tveir minni bátar, ið lasta 110 og 50 tons av livandi laksi. Harafturat er ein brunnbátur sum siglur við smolti. Allir hava afturlatnar skipanir.

Eisini eigur Bakkafrost 2 tænastuskip, M/S Martin og M/S Róland. Hesi bæði hava áður verið í frálandavinnuni og eru nú umbygd til at veita ymsar tænastur í alivinnuni.

Bakkafrost eigur afturat hesum 52 alibátar og 21 fóðurflakar.