Nevnd

Rúni M. Hansen
Nevndarformaður

 

Føddur í 1967. Føroyingur. Kom í nevndina í 2009 og hevur verið formaður síðan tá. Nevndarskeiðið endar í 2020. Verður mettur sum verandi óheftur. Formaður í nevndini hjá vinnufelagnum Tjaldur.

Útbúgving:

MSc. í búskaparfrøði og virkisleiðslu, Copenhagen Business School. Postgraduate, Lancaster University.

Nevndarfundir í 2019:

Var við á øllum 16 nevndarfundunum í 2019.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur 10.761 partabrøv við árslok 2019 – keypti 761 partabrøv í desember 2019 undir eftirfylgjandi tilboðnum til partaeigarar at tekna partabrøv.

Rúni M. Hansen er limur í Global Compact’s Platform for Sustainable Ocean Business hjá ST. Hann var limur í the World Economic Forum’s Agenda Council on the Arctic í tíðarskeiðinum frá 2012-2016. Rúni M. Hansen hevur drúgvar royndir innan altjóða olju- og gassvinnu. Hann var millum annað limur í Equinor’s Exploration Executive team. Meðan hann var hjá Equinor (fyrrverandi Statoil) hevur hann havt sæti í London, Keypmannahavn, Oslo og Føroyum. Áðrenn Rúni M. Hansen kom til Equinor (Statoil), var hann í sjógætis- og skipaferðsluvinnuni.

Lat upp Lat aftur
Johannes Jensen
Næstformaður

 

Føddur í 1962. Føroyingur. Kom í nevndina í 2009 og hevur verið næstformaður síðan tá. Nevndarskeiðið endar í 2020. Verður mettur sum verandi óheftur. Stjóri á P/F Gist & Vist.

Útbúgving:

MBA, Lancaster University Management School.

Nevndarfundir í 2019:

Var við á øllum 16 nevndarfundunum í 2019.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur ongi partabrøv við árslok 2019 – óbroytt virðisbrævaogn í 2019.

Johannes Jensen hevur drúgvar royndir innan sjógæti og marknaðarføring. Hann arbeiddi í mong ár hjá Faroe Seafood, har hann var marknaðarstjóri frá 1992 til 2001. Johannes Jensen er í løtuni eisini nevndarformaður í P/F Frost og í P/F Visit Faroe Islands

 

Lat upp Lat aftur
Teitur Samuelsen
Nevndarlimur

 

Føddur í 1972. Føroyingur. Kom í nevndina í 2016. Nevndarskeiðið endar í 2020. Verður mettur at vera óheftur. Stjóri á P/F Eysturog Sandoyartunlar.

Útbúgving:

MSc. í búskaparfrøði & grannskoðan, Copenhagen Business School.

Nevndarfundir í 2019:

Var við á øllum 16 nevndarfundunum í 2019.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur 100 partabrøv við árslok 2019 – óbroytt virðisbrævaogn í 2019.

Teitur Samuelsen hevur drúgvar royndir frá grannskoðan og fígging. Hann hevur arbeitt hjá KPMG og Dong E/P í Danmark og hevur verið fíggjarstjóri í Atlantic Petroleum (2005-2009) og á Bakkafrost (2009-2014). Teitur Samuelsen er í løtuni limur í nevndini í P/F 6. september og Betri Trygging.

 

Lat upp Lat aftur
Annika Frederiksberg
Nevndarlimur

 

Fødd í 1971. Føroyingur. Kom í nevndina í 2008. Nevndarskeiðið endar í 2020. Verður ikki mett at vera óheft. Søluleiðari á Bakkafrost.

Útbúgving:

Prógv frá Føroya Handilsskúla.

Nevndarfundir í 2019:

Var við á 15 nevndarfundum í 2019.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur beinleiðis og óbeinleiðis 15.810 partabrøv við árslok 2019 – broyting í virðisbrævaogn í 2019: +254 partabrøv.

Annika Frederiksberg hevur drúgvar royndir frá laksavinnuni og sølu. Hon hevur verið partur av fyrisitingini og søluliðinum hjá Bakkafrost í meira enn 25 ár.

 

Lat upp Lat aftur
Øystein Sandvik
Nevndarlimur

 

Føddur í 1948. Norskur ríkisborgari. Kom í nevndina í 2013. Nevndarskeiðið endar í 2020. Verður mettur sum verandi óheftur.

Útbúgving:

Búskaparfrøðingur innan banka.

Nevndarfundir í 2019:

Var við á øllum 16 nevndarfundunum í 2019.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur eingi partabrøv við árslok 2019 – óbroytt virðisbrævaogn í 2019.

Øystein Sandvik hevur drúgvar royndir frá fíggjarvinnuni og sjógæti. Hann hevur havt fleiri størv í Nordea Bank Norge innan aling og fiskivinnu. Øystein Sandvik er í løtuni nevndarlimur í Coldwater Prawns of Norway AS og í Drevik International AS.

 

Lat upp Lat aftur
Einar Wathne
Nevndarlimur

 

Føddur í 1961. Norskur ríkisborgari. Kom í nevndina í 2019. Nevndarskeiðið endar í 2020. Verður mettur sum verandi óheftur.

Útbúgving:

Master í Animal Nutrition, NMBU. Ph.D. í Aquaculture, NMBU. MBA, Handelshøyskolen BI.

Nevndarfundir í 2019:

Var við á 14 nevndarfundum í 2019.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur eingi partabrøv við árslok 2019 – óbroytt virðisbrævaogn í 2019.

Einar Wathne hevur drúgvar royndir frá sjógætisvinnuni og hevur verið stjóri í Cargill og Ewos

 

Lat upp Lat aftur