Stuðulspolitikkur

Stuðulspolitikkur hjá Bakkafrost
Í 2018 gjørdi Bakkafrost ein nýggjan stuðulsgrunn til tess at økja um stuðulin til endamál, ið hava týdning fyri okkum eins væl og okkara áhugapørtum. Stuðul verður serliga latin øki, har Bakkafrost hevur sítt virksemi.

Hesin nýggi stuðulsgrunnur er í tráð við okkara ætlan fyri burðardygga menning, har vit varpa ljós á sunnan handil, sunn fólk, sunnan laks, sunt umhvørvi, og sunnar felagsskapir.

Við at gera íløgur á hesum økjum vóna vit at minka um okkara neiligu ávirkan og økja um okkara jaligu sosialu og umhvørvisligu ávirkan, har vit skapa sjónlig virði í nærøkinum.

Hesin politikkur lýsir tey endamál, sum vit umhugsa at stuðla, og tryggjar harvið, at allar íløgur og gávur verða latnar í tráð við okkara meginreglur.

Bakkafrost umhugsar umsóknir, ið:

  • Stuðla upp undir ítrótt, serstakliga fyri ung ella í undirfíggjaðum økjum
  • Stuðla upp undir útbúgving í sunnum lívshátti og einum sunnum umhvørvi, serstakliga fyri ung
  • Stuðla upp undir sosiala innliman av eldri fólki ella avlamnum
  • Stuðla upp undir natúrligt umhvørvi, serstakliga í mun til umhvørvið kring føroysku firðirnar
  • Stuðla upp undir lívfrøðiligt margfeldi í Føroyum, serliga við atliti til føroyska sjófeingið
  • Stuðla upp undir sjálvbodni, serstakliga fyri omanfyrinevndu endamálum

Vit fremja proaktivar íløgur í útbúgving, gransking og íverksetan, og vit lata fíggjarligan stuðul til ítróttarsambond, føroyska list og mentan.

Bakkafrost játtar ikki stuðul til:

  • Politisk endamál
  • Ferðastuðul
  • Átøk ella viðgerðir, ið koma ístaðin fyri almennar heilsuveitingar
  • Triðja parts peningaútvegan til onnur tiltøk (t.d. fyri eitt annað felag)

Tó at Bakkafrost ikki stuðlar bókaútgávu ella framleiðslu av fløgum, keypa vit eina mongd av øllum nýggjum føroyskum útgávum.

Hvør kann senda umsókn?
Bakkafrost góðtekur bert umsóknir frá føroyskum samfelagsborgarum, sum umboða samfelagsbólkar, vælgerðandi endamál, skúlar, feløg, felagsskapir og almannagagnligar felagsskapir, ið stuðla upp undir endamálini omanfyri.

Hvussu sendir man umsókn?
Vinarliga fyll oyðublaðið út niðanfyri fyri at senda eina umsókn. Allar umsóknir skulu vera skrivligar, og allir teigar skulu fyllast út. Umsóknir við manglandi upplýsingum verða ikki viðgjørdar. Tískil er tað umráðandi at svara øllum spurningum á oyðiblaðnum. Umsóknir, sum eru móttiknar á annan hátt, verða ikki viðgjørdar.

Hvar fer mín umsókn?
Allar skrivligar umsóknir verða viðgjørdar av umsitingini, og tær umsóknir, ið lúka omanfyrinevndu treytir, verða síðani nágreiniliga viðgjørdar av okkara stuðulsnevnd. Nevndin viðger umsóknir fýra ferðir um árið kring hesar dagfestingar (ella fyrsta arbeiðsdag eftir hetta):

  • 15. februar
  • 15. mai
  • 15. august
  • 15. november

Umsóknir eiga at verða móttiknar í seinasta lagi tvær vikur áðrenn næstkomandi fund í nevndini.

Gjøgnum stuðulsgrunnin fyri sunnan lívshátt setur Bakkafrost eina ávísa mongd av peningi til síðis hvørt ár, men vegna stóru nøgdina av umsóknum, ið eru móttiknar, ber tíverri ikki til at ganga øllum umsóknum á møti.

Stuðulsumsóknarskjal



SLAG AV UMSÓKN/ENDAMÁL VIÐ UMSÓKN