Um okkum

Bakkafrost er framleiðari av dygdarlaksi úr Føroyum og Skotlandi. Vit hava eina rúgvu av heilsugóðum og dygdargóðum laksaúrdráttum frá okkara egnu virkjum.

Markleys náttúra og kaldur og støðugur sjóvarhiti í norðuratlantiska rákinum kring Føroyar og Skotland eru tær fullkomnu umstøðurnar hjá laksi.

Bakkafrost er ein av teimum alifyritøkum í heiminum, sum er mest loddrætt samskipað. Bakkafrost hevur eftirlit við øllum liðum í framleiðsluni – frá fóðri til lidna virðisøkta vøru. Hetta tryggjar eitt sporføri, sum eingin annar megnar, umframt dygdargóðsku.

Drúgvu royndir okkara í sjógætisvinnuni og doyðin, vit leggja á at geva kundum okkara fyrsta floks laksaúrdráttir, hevur gjørt, at Bakkafrost hevur fingið tað orð á seg, at fyritøkan er ein álítandi og ábyrgdarfullur samstarvsfelagi.

Vit gera alt til tess at tryggja besta trivnaðin hjá fiskinum, burðardygd og at halda vakið eyga við umhvørvinum.

Vit hava halgað okkum til at geva brúkarum okkara kring allan heim fyrsta floks laksaúrdráttir, ið ber av øllum í smakki og føðsluvirði.

Søgan

Hetta er ein samandráttur av søgu felagsins síðan stovnan:

Les meira
Virkismál og strategi

Bakkafrost miðar ímóti at vera ein fyritøka í heimsflokki í laksavinnuni. Vit stremba eftir at bjóða vælsmakkandi, heilsugóðar, dygdarvørur til altjóða marknaðin og leggja dent á:

  • eina burðardygga framleiðslu frá fóðri til laksavøru

  • fiskavælferð og framleiðslu av hágóðsku matvørum

  • at skapa varandi virðir til kundar, partaeigarar og til samfelagið

Les meira
Íløguætlan - Brynja okkum til framtíðina

Í 2014 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan har samtakið ger stórar íløgur í øll lið av virðisketuni fyri at brynja okkum til framtíðina og harvið tryggja føroysk arbeiðspláss. Síðani at íløguætlain var kunngjørd er hon fleri ferðir økt.  Eisini eru íløgurnar framskundaðar til góðskingarvirkið.

Les meira
Stuðulspolitikkur

Stuðulspolitikkur hjá Bakkafrost
Í 2018 gjørdi Bakkafrost ein nýggjan stuðulsgrunn til tess at økja um stuðulin til endamál, ið hava týdning fyri okkum eins væl og okkara áhugapørtum. Stuðul verður serliga latin økjum, har Bakkafrost hevur sítt virksemi.

Hesin nýggi stuðulsgrunnur er í tráð við okkara ætlan fyri burðardygga menning, har vit varpa ljós á sunnan handil, sunn fólk, sunnan laks, sunt umhvørvi, og sunnar felagsskapir.

Við at gera íløgur á hesum økjum vóna vit at økja um okkara jaligu sosialu og umhvørvisligu ávirkan, har vit skapa sjónlig virði í nærøkinum.

Hesin politikkur lýsir tey endamál, sum vit umhugsa at stuðla, og tryggjar harvið, at allar íløgur og gávur verða latnar í tráð við okkara meginreglur.

Les meira
Scotland and Faroe Island Sites
Les meira