Laksatorgið 2025

LAKSATORGIÐ • 5. JULI 2025 • 10:00 - 16:00

BAKKAFROST • OPIÐ HÚS/SKIP • 11:00 - 16:00

Laksatorgið 2025 – Ein hugnadagur fyri alla familjuna!
Stað: Glyvrar – inni og kring Bakkafrost
Aftur í ár skipar Visit Runavík saman við Bakkafrost fyri Laksatorginum.

Kom og luttak í eini heildagsveitslu við alskins sjómati, tá Laksatorgið aftur verður hildið á Glyvrum! Tiltakið er  eitt stórfingið hátíðarhald av føroyskum laksi og øðrum føroyskum sjógæti – og alt er ókeypis!

Opið hús og skip hjá Bakkafrost
Bakkafrost bjóðar tykkum vælkomnum at vitja okkara virki og skip. Kom og uppliv, hvussu okkara heimskendi laksur verður framleiddur.

Vit bjóða:

  • Ókeypis snakkiroyndir við laksi
  • Rundtúr á virkinum og umborð á "Hans á Bakka"
  • Framløgur um Bakkafrost
  • Tykisrundtúr í virðisketuni ígjøgnum VR-brillur
  • Livandi tónleik

Og ikki minst: Møguleiki er at møta okkara fitta maskotti, Salomon!

Nógv undirhald fyri børn og vaksin

  • Skattaveiða fyri børnini
  • Livandi fiskur og onnur djór úr sjónum í vatnkørum
  • Ponyríðing
  • Kajakrógving
  • Barnaundirhald
  • Loppumarknaður
  • Grillaður laksur frá Bakkafrost
  • Ókeypis smakkiroyndir av sjógæti
  • Møguleiki at keypa laks og stuðla staðbundna ítróttinum

...og nógv, nógv annað!

Livandi tónleikur allan dagin
Njóti føroyskan tónleik í livandi umhvørvi.

Laksatorgið er eitt ókeypis tiltak, har familjur, ferðafólk og onnur kunnu savnast um mat, mentan og upplivingar við sjóvarmálan. Vit gleða okkum at síggja tykkum til ein dag fyltan við góðum mati, undirhaldi, stuttleika og nógvum øðrum! 🐟

Kort

Kort yvir Laksatorgið 5. juli 2025

Continue
Skrá

Skráin fyri Laksatorgið 2025

Continue