Arbeiðsfólk til virkið á Glyvrum



Arbeiðsfólk til virkið á Glyvrum

Ynskir tú eitt starv, har tú kanst gera mun? 

Á Bakkafrost framleiða vit heilsugóða og burðardygga matvøru til allan heimin. Nú hevur tú møguleika at gerast partur av vælskipaða virkinum á Glyvrum. Vit søkja eftir fleiri arbeiðsfólkum til fast starv at byrja skjótast gjørligt. Okkum tørvar fólk bæði í Kryvjing og í Liðugvøruframleiðsluni (VAP).

Á Bakkafrost á Glyvrum eru framúr góðar umstøður, og vit kunnu millum annað bjóða góðar starvsfólkatryggingar og eina framúr góða kantinu.

Um hetta hevur tín áhuga, so ring ella skriva til Jessie Andreassen (Kryvjing) á 235124 / jean@bakkafrost.com, ella til Trygva Sigurðsson (VAP) á 235023 / trsi@bakkafrost.com.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.