Samtaksleiðsla

Regin Jacobsen
Forstjóri (CEO)

 

Føddur í 1966. Føroyingur. Regin Jacobsen hevur verið stjóri (CEO) á Bakkafrost síðan 1989.

Útbúgving:

Prógv í virkisleiðslu og roknskapi (HD-R), Aarhus School of Business.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur 4.640.281 partabrøv við árslok 2023. Broyting í virðisbrævaogn í 2023: +22,330 partabrøv.

Regin Jacobsen hevur drúgvar royndir frá laksavinnuni og fígging. Hann var fíggjarleiðari á Bakkafrost, áðrenn hann bleiv stjóri (CEO) á Bakkafrost.

 

Lat upp Lat aftur
Høgni Dahl Jakobsen
Fíggjarstjóri (CFO)

 

Føddur í 1972. Føroyingur. Høgni Dahl Jakobsen hevur verið fíggjarstjóri (CFO) á Bakkafrost síðan 2019.

Útbúgving:

Business Design, Henley Business School. MSc. í virkisleiðslu & KT-vísund (cand merc.dat), Copenhagen Business School.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur 76.636 partabrøv við árslok 2023. Broyting í virðisbrævaogn í 2023: +1.612 partabrøv.

Høgni Dahl Jakobsen hevur drúgvar royndir innan alivinnuna, fíggjarviðurskiftir og leiðsluráðgeving. Áðrenn hann byrjaði í starvi hjá Bakkafrost hevur hann m.a. verið senior partnari í Quorum Consulting og hevur starvast sum leiðsluráðgevi hjá PA Consulting Group.

 

Lat upp Lat aftur
Odd Eliasen
Stjóri á Havsbrún

 

Føddur í 1965. Føroyingur. Odd Eliasen hevur verið stjóri á Havsbrún síðan 2012.

Útbúgving:

Læraraprógv frá Føroya Læraraskúla.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost:

Eigur 185.391 partabrøv við árslok 2023. Broyting í virðisbrævaogn í 2023: +1.321 partabrøv.

Odd Eliasen hevur drúgvar royndir frá alivinnuni og hevur verið virkin luttakari í arbeiðinum at endurskipa føroyska alivinnu. Hann hevur havt ábyrgdina av alivirkseminum hjá Havsbrún og hevur sitið í fleiri nevndum í vinnuni. Odd Eliasen hevur verið nevndarlimur í Bakkafrost frá 2006 til 2012.

 

Lat upp Lat aftur