News
Skráseting av Bakkafrost á Oslo Børs og almenn søla av partabrøvum

 
Nevndin í P/f Bakkafrost samtykti 4. mars 2010 almenna útboðið av partabrøvum í felagnum í samband við, at partabrøvini í Bakkafrost verða skrásett á Oslo Børs. Øll viðurskifti í samband við almenna útboðið av partabrøvunum eru lýst í prospekti, ið væntandi verður almannakunngjørt umleið 5-6. mars treytað av góðkenning frá Oslo Børs frammanundan.

Í samband við skrásetingina bjóðar Bakkafrost út nýggj partabrøv fyri 82 milliónir norskar krónur. Harumframt bjóða nakrir av verandi partaeigarum 18.645.275 stk. av verandi partabrøvum til sølu umframt eitt sonevnt “over-allotment”-útboð upp á 1.836.768 partabrøv. Føroya Banki selur øll síni partabrøv í Bakkafrost.

Nevndin í Bakkafrost hevur samtykt, at vegleiðandi søluprísurin í almenna útboðnum verður millum 27 og 31 norskar krónur fyri hvørt partabræv, báðar upphæddirnar íroknaðar. Tað vil siga, at marknaðarvirðið av Bakkafrost undan útboðnum verður mett til eitt stað millum 1.249 og 1.433 milliónir norskar krónur. Endaligi prísurin verður ásettur eftir “book-building”-háttinum samsvarandi fyritreytunum, ið eru lýstar í prospektinum.

Undan almenna útboðnum av partabrøvunum er talið av partabrøvum í Bakkafrost 46.250.000.

Endaliga talið av partabrøvum og søluprísurin verða avgjørd av nevndini, tá ið sølutíðarskeiðið er farið, og “book-building” er farin fram. Sølutíðarskeiðið er ásett at vera frá 8. mars 2010 til 23. mars 2010 kl. 13.00 (søla til smærri íleggjarar) og kl. 16.30 (søla til stovnsligar íleggjarar). Treytað av at Oslo Børs góðkennir skrásetingina og prospektið, byrjar almenni handilin við partabrøvum í Bakkafrost á Oslo Børs umleið 26. mars 2010.

Føroya Banki Corporate Finance og Nordea Markets eru høvðusráðgevar í sambandi við skrásetingina. Harafturat er Carnegie ASA er ráðgevi.

Áðrenn tekningartíðarskeiðið byrjar, verður prospektið tøkt á deildunum hjá Føroya Banka og hinum føroysku peningastovnunum.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Regin Jacobsen, stjóra +298 23 50 01 (fartelefon)
Teitur Samuelsen, fíggjarleiðara +298 23 51 11 (fartelefon)